Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Góðskan og fakligheitin mugu ikki svíða”

Tað var ein áhugaverdur boðskapur, sum var at hoyra frá Akseli V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum, um avtøku av dagstovnagjaldinum. Í fyrstu atløgu ljóðar hetta sera skilagott og sum ein sjálvfylgja. Tí sjálvandi eiga dagstovnar at vera ókeypis á sama hátt sum skúlin. 

Men tað er helst ikki so einfalt kortini. Kommunur hava nevniliga fyrr roynt seg við at lækka gjaldið á stovnum, og hevur hetta í fleiri førum veri til stóran ampa fyri hesar dagstovnar, tí teir aftaná eru møttir við kravi um sparingar.

Lat okkum tó endiliga taka hetta gjaldið upp til kjak og viðgerðar. Um vit so samstundis fáa eitt minstakrav fyri starvsfólkatímum inni á dagstovnunum – tað sum vit í námsfrøðiliga yrkinum kalla normeringar – við í roknistykkið, so er avgjørt okkurt at tosa um. Á dagstovnunum hevur tað jú avgerandi týdning, at nokk av útbúnum fólki er um børnini, tí tað er ein fortreyt fyri at tryggja góðskuna.

Vænti eisini, at tað fyri foreldur hevur týdning, at nóg mikið av vaksnum eru um børnini, og at tað ikki verður spart meira á tí økinum. 

Eitt annað, sum eisini hevur týdning, er tørvurin á at gera eina betri greining av, hvat náttúrliga hoyrir til raksturin av einum dagstovni: Er sovorðið sum frukt, mjólk ella blæur partur av einari fíggjarætlan ella er tað eitt eyka gjald; verða útferðir við bussum til tiltøk partur av rakstrinum, ella skulu foreldur gjalda so hvørt og velja, hvørt børn teirra luttaka í øllum teimum ymisku tiltøkunum, sum náttúrliga hoyra til dagstovnaverðina. 

So, ja, lat okkum miða ímóti at avtaka dagstovnagjaldi – men við teirri treyt, at tað ikki gongur útyvir góðskuna ella fakligheitina.

Jógvan Philbrow 
formaður í Føroya Pedagogfelag