Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Haldføris-avbjóðingin í føroyska búskapinum”

Búskaparráðið bjóðar til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum mánadagin 18.

Evnið: “Haldføris-avbjóðingin í føroyska búskapinum” 

Í gomlum døgum við ongum veðurtíðindum hendi viðhvørt í dýrdarveðri at bátsformaður ikki gav sær far um óveðurmerki á landi ella í havsbrúnni, og tískil seinni á degi slapp at sannroyna hættisligt illveður.

Vit eru í eini støðu lík hesari, tá tað snýr seg um metingarnar av føroyska búskapinum. 

Í eini støðulýsing í 2015 er føroyski búskapurin eyðsýnt merktur av størri stødd og styrki enn nakrantíð fyrr, hóast almenni geirin gevur hall. 

Hyggja vit hinvegin eini 10-20 ár fram í tíðina, og samstundis at minni eyðsýndum merkjum í føroyska búskapinum, so er eingin iving um at avbjóðingar liggja fyri framman, sum kunnu hótta materiellu vælferðina og vælferðarsamfelagið. 

Demografiin í Føroyum er longu nú avlagað meira enn í grannalondunum, og ein uppaftur størri avlaging stendur fyri framman. Talan er um eina ovurstóra elding av búfjøldini sum vit í høvuðsheitum ikki kunnu gera nakað við.

Hesar umbroytingar fara veruliga at trýsta almenna útreiðslustøðið uppeftir, samstundis sum almennu inntøkurnar við núverandi regluverki verri enn so kunna halda tørn. Vit kenna støðulýsingina av Føroyum í 2015 - men eitt framtíðar “status quo” sum í 2015 er als ikki ein møguleiki fyri Føroyar.

Útrokningar hjá Búskaparráðnum vísa at haldføris-indikatorurin fyri almenna geiran í Føroyum er -5%. Hetta merkir at útreiðslurnar og/ella inntøkurnar hjá almenna geiranum varandi skulu tillagast við 5% av BTÚ (sum í 2015 svarar til umleið 750 mió. kr.) fyri at nettoskuld/-ogn almenna geirans skal vera tann sama í 2051 sum í 2012.

Tað hevur skund at gera tillagingar sum mótsvar. Jú longri vit bíða, jú tyngri verður uppgávan og upptakið.

Á ráðstevnuni fáa vit vónandi varpað ljós á nøkur ivamál – og til dømis svarað nøkrum viðkomandi og alneyðugum spurningum. Sum t.d. hvør peningur skal til fyri í framtíðini at fíggja heilsuverk, fólkapensjón, heimahjálp ella røktarheim, og undir hvørjum fortreytum. 

Høvuðsrøðari á ráðstevnuni er John Smidt, ið er stjóri í Danska Búskaparráðnum. Aðrir røðarar vera Jón Joensen frá Hagstovuni um stokastiskar fólkatalsframrokningar, Sverri Hansen frá Búskaparráðnum um greiningar frá haldførismyndli ráðsins, Kári Petersen frá Fígging Landsins um ætlaðu pensjónsnýskipanina, og Edvard Heen um avbjóðingar í almennaverkinum, har hann er stjóri. Orðstýrari er Malan Johansen frá Fígging Landsins.

Skrá fyri ráðstevnuna og frágreiðing ráðsins frá vári 2015 við haldførislýsing eru at finna á heimasíðu Búskaparráðsins á heimasíðu Fróðskaparseturs Føroya, og eisini á heimasíðu Norðurlandshúsins.