Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Harraleyst fæ”

Kringvarpið hevur gjørt tvær sendingar um hvussu lítið kritisk føroyska pressan hevur verið í samband við ferðina hjá Eik út av hamrinum, og hevði eitt uppáhald um, at tað bara vóru Dimmulingarnir, sum vóru kritiskir beint undan húsaganginum. Men Oyggjatíðindi hevur havt fleiri kritiskar greinar, og hevur eisini avdúkað, at starvsfólk hjá kringvarpinum var í farloyvistíð síni í starvi hjá Eik, men tá bankin reyk var hetta starvsfólk fremst á breddanum hjá Kringvarpinum, at greiða frá Eik-túrinum oman brekkuna. Sjálvt í Íslandi vóru tey tíðliga úti, og hetta fekk Oyggjatíðindi at seta umsetta Spron-grein í blaðið, 17. apríl 2009, sum Jón G. Tómasson, stjóri í SPRON, skrivaði í Morgunblaðið:

Morgunblaðið 7. apríl 2009

Jón G. Tómasson, stjóri í SPRON frá 1976 til 2004:

Sparikassarnir vóru stovnaðir til at tæna smáum fyritøkum og einstaklingum, hvør á sínum starvsøki. Teir høvdu til endamáls at styrkja grundarlagið undir vinnulívinum og búskapinum í sínum heimaøki. Soleiðis vórðu sparikassarnir riknir í mong áratíggju. Yvirskotið av virkseminum varð lagt í tiltaksgrunnar og skuldi nýtast til mentan og hjálpararbeiði, um nú ein sparikassi helt uppat at virka.

Fyritøkur og einstaklingar settu stovnsfæ í sparikassan eftir førimuni og fingu yvirhøvur gott avkast av íløgu síni. Tey vistu, at tey høvdu ikki rætt til at fáa hægri prís fyri hesi serstøku partabrøv, enn tað sum svaraði til framroknaða áljóðandi virðið. Hetta var greidliga ásett við lóg.

Tey, sum áttu stovnsfæið í sparikøssunum, vóru væl nøgd við sín lut, tí tey kendu seg sum part av tí felagsskapi, sum vildi menna nærumhvørvið.

Men so kom nýliberalisman til bygdar. Pengarnir, sum vóru í tiltaksgrunnum sparikassanna, vórðu nú nevndir “harraleyst fæ”, og til at fáa tamarhald á støðuni, mátti pengarnir fáast úr hondum sparikassanna og latast kapitaleigarum. Tað skuldi gerast við at keypa stovnsfæið frá eigarunum fyri mangar ferðir framroknaða áljóðandi virðið – tó at teir við hesum seldu nakað, sum teir ongantíð høvdu keypt ella átt, nevniliga part í tiltaksgrunni. Summarið 2002 varð lagt til brots, og hildið varð á uttan himpr.

Búnaðarbankin, sum ríkið tá átti meginpartin av, varð nýttur til at bjóða teimum, sum áttu stovnsfæið í SPRON, mangar ferðir framroknaða virðið á stovnsfænum. Undangongumenn vóru Petur Bløndal, tingmaður, og Jón Steinar Gunnlaugsson, sakførari, sum stóð fyri tí praktiska. Bankin skuldi rinda alt gildið, og stjóri har var sjálvur Sigurjón Árnason, sum seinni upphugsaði tey viðgitnu snildarráð fyri Landsbankan, ið førdu til sonevndu “Icesave-konturnar”, ið nú hava skuldarbundið tjóðina.

Stjórnin í SPRON metti, at eingin heimild var fyri hesari “sølu” – tí greið áseting var í lógini um, at virðið á stovnsfænum ongantíð kundi verða meir enn framroknaða áljóðandi virðið, og eingin heimild var til at skriva út nýggj partabrøv við øðrum ella hægri virði. Men Fíggjareftirlitið kom til ta skilaleysu niðurstøðu, at sambært áseting um ognarrætt í stjórnarskránni, var ikki loyvt at forða fyri spekulatión við stovnsfænum. Tó gekk ikki, sum Búnaðarbankin (sum ríkið átti meginpartin av) ætlaði, og hesin skýmaskotshandil fór ongantíð fram. Fíggjareftirlitið álegði stjórnini í SPRON at havna tilboðnum frá bankanum.

Stjórnin í SPRON gjørdi av at fylgja tilmælinum frá Fíggjareftirlitinum – har var ikki annað í at velja. Nú skuldi hetta mál verið avgreitt og endað; men vit fingu annað at síggja. Eftir ráðum frá áðurnevnda sakførara, var uppskot um misálit á stjórnina í SPRON sett fram við teirri grundgeving, at stjórnin hevði gjørt eftir boðunum frá Fíggjareftirlitinum. Ótrúligt – men satt.

Táverandi ráðharri í bankamálum helt, at nú var nóg mikið og vildi áleggja Búnaðarbankanum (sum ríkið framvegis átti meginpartin í) at taka seg burtur úr hesum. Hon fekk harraboð um at lata verða.

Tað eydnaðist starvsfólkinum í SPRON í góðum samstarvi at forða fyri at verða yvirtikin av Búnaðarbankanum. Men misnýtslan av Búnaðarbankanum og áðurnevnda niðurstøðan hjá Fíggjareftirlitinum gjørdu, at vegurin lá opin inn í tiltaksgrunnarnar hjá sparikøssunum – fyri teimum sum áttu ella høvdu atgongd til kapital.

Greiðasta og grellasta dømið er, tá ið “íleggjarar” keyptu 300.000 kr. í stovnsfæ í Sparisjóði Hafnarfjarðar fyri 50 mill. kr. Ljóðar eisini ótrúligt, men satt er. Við tíðini gjørdist greitt, at virksemið ikki gav nóg stóran vinning, til at “íleggjararnir” kundu fáa tað avkast, sum teir væntaðu sær; men tá løgdust teir bara á tiltaksgrunnin. Leikluturin hjá sparikassanum – sum hann var hugsaður frá stovnan – var tí lokin.

Sakførarin, sum stýrdi ráðagerðini í 2002, situr nú í hægsta dómstóli landsins, og bankastjórin undirvísir á hægri lærustovni. Tingmaðurin situr enn á Altingi sum fremsti talsmaður fyri nýliberalismu, nú helst undir rakstrarrópinum: “Fæleysir harrar.”

Jón G. Tómasson, stjóri í SPRON, skrivaði eisini grein í 2002. Trýst á linkin:

http://www.mbl.is/greinasafn/grein/680470/?item_num=92&dags=2002-07-30