Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Hvem skal hænges når fisken forsvinder ?”

Eitt skilti við hesum orðum sá eg í Noreg fyri nógvum árum síðani. Sum kunnugt verður nógvur fiskur hongdur at turka í Lofoten um várið. Hesin fiskur er ein stór útflutningsvøra m.a. til Italia.

Hesi somu orð eru eisini aktuel í Føroyum, nú botnfiskurin hevur tað sera torført. Nú koma fleiri persónar fram og vilja staðfesta ábyrgdina fyri at støðan er sum hon er. Serliga er tað fiskidagaskipanin, ið fær skylduna, teir heilt frelstu kvotamissionerarnir tykjast halda, at um kvotur vóru í gildi, so hevði støðan verði heilt annaleiðis. Ja, teir síggja fyri sær altíð stórar og sterkar stovnar um bert ein kvotuskipan var í gildi.

Sum um, at støðan á Titanic hevði verði nógv betur um orkestrið spældi “For He is a Jolly Good Fellow” heldur enn “Nearer My God to Thee “

Støðan kann samanlíknast, tí í báðum førum hevur katastrofan rakt. Tó er ein stórur munur nevniliga at hjá Titanic var eingin møguleiki, men viðvíkjandi botnfiskastovnunum er ein góður møguleiki at gera nakað. Men loysnin liggur ikki í eini fiskidagaskipan ella kvotaskipan, faktiskt er tað undirordnað hvør skipan er galdandi tá ið katastrofan rakar.

Katastrofan fyri botnfiskin er minkingin í stovnunum, men samstundis hevur eyðnan rakt uppisjóvarfiskin har serliga makrel stovnurin er ovurstórur. Einki er at ivast í at samanhangur er millum støðuna hjá botnfiska stovnunum og tí hjá uppisjóvarfiska stovnunum. Hetta hóðast Havstovan hevur verið og er enn ímóti at samanhangur er ímillum hesar stovnar. Havstovan heldur at náttúran er ímóti botnfiskastovnunum, “Well, Well” ein heldur spinkul niðurstøða frá okkara fremsta granskingarstaði innan fisk. Sigast skal til teirra verju at vistskipanin er sera komplex, men vónin er, at fyrr ella seinri skula teir nok eisini síggja samanhangin millum ymisku fiskastovnarnar.

Kann verða, at tá er ov seint fyri uppruna fiskimennirnar á Føroyagrunnunum. Hesir fiskimenn verða týndir í stórum tali vegna manglandi møguleikar at fiska. Møguleikar sum liggja í uppisjóvarfiski, ið høvdu kunna bjarga teimum, men Fiskimálaráðið sigur, at lógin ikki loyvir at hjálpa teimun at tillaga seg og tí má týningin halda fram.

Kritisku røddirnar at fiskidagaskipanini vísa eisini á at fyrst í nítiárunum førdi fiskiskapurin eftir botnfiski við Føroyar við sær, at stovnarnir nærum hvurvu. Tað er rætt at stovnarnir vóru sera smáir og at fiskiskapurin sera slakur. Við táverandi vitan og møguleikum so var ikki nógv í at velja hjá umleið 7.000 føroyingun uttan at stinga í sekkin og leita sær eydnuna í øðrum londum. Eftirfylgjandi kan ikki latast verða við at hugsa:

Var hetta nú neyðugt ?

Vóru aðrir møðuleikar ið ikki vóru royndir ?

Hvussu var við uppisjóvarstovnunum undir Føroyum ?

Havstovan hevur nógv áhugavert tilfar, hetta tilfar, bæði yvirlitstrolingar hjá Magnus Heinason og Kúpuskeljakanningarnar, benda á at nógvur makrelur var í Føroyskum sjógvi í hesum sama tíðarskeiði fyrst í nítiárunum. Møguliga kundi kreppan verði munandi minni um stórri áræði var víst, at fiska uppisjóvarfisk við Føroyar.

Um ár 2008 tá ið botnfiskurin undir Føroyum aftur fór at geva frá sær í stríð við tágaldandi vitan “nógv æti = nógvur fiskur” vóru nakrir menn, ið fóru at ivast í um ikki ein størri samanhangur var ímillum uppisjóvarfisk “Makrel” og botnfisk. Hesir menn, ið kundu teljast á einari hond, fóru undir eitt miðvíst arbeiði at skaffa tilfar til vega um at ástøði var rætt. Eitt stórt arbeiði var lagt í at greina samanhangin millum stovnarnar og at klárleggja at føroyingar áttu væl størri part av uppisjóvartilfeinginum.

Leggjast skal til merkis, at serkunnleikin, Havstovan og Uppisjóvarflotin, ikki var við í arbeiðinum, tí serkunnleikin tyktist ikki vita, ella vildi ikki vita, at stór nøgd av uppisjóvarfiski var undir Føroyum. Í øllum førum vildu teir ikki viðurkenna hetta alment. Leitast kann í miðlunum fyri at finna hetta fram, um minnini svíkja.

Hesir fáu menn pressaðu sera hart á fyri at fáa Løgting, Landstyri og Fiskimálaráð at siga upp uppisjóvaravtaluna og at krevja fleiri rættindi. Hetta eyðnaðist tíbetur hóðast sera harða mótstøðu frá nógvum bæði væntaðum og óvæntaðum síðum. Ásannast má at harðastu mótstøðumennirnir bæði í og uttanfyri Føroyar nú sita á nærum øllum rættindunum.

Hugsi um hvat ið hevði hent um arbeiði at krevja størri rættindi ikki var gjørt ?

Kann hugsast at talið av fólkum, ið høvdu verði noydd at flyta úr Føroyum, vegna kreppu, hevði verið enn størri enn fyrst í nítiárunum ?

Havstovan eftirlýsir nú eina ætlan fyri uppbygging av botnfiskastovnunum undir Føroyum.

Vil tilmæla, at Havstovan tekur atlit til fleiri viðurskifti enn higartil. Tí so leingi sum Havstovan ikki tekur høvuðsfaktorarnar við, ið ávirka botnfiskastovnarnar, er einki ið talar fyri at ein uppbyggingarætlan fer at eyðnast.

Um Havstovan hevði lagt út við at sagt at mest sannlíkt er samanhangur er millum botn- og uppisjóvarfiskastovnarnar undir Føroyum og at hesir mugu regulerast saman, so hevði tað verið náttúrligt at fiskimenn ikki fiskaðu nógvan botnfisk, tá ið nógvur uppisjóvarfiskur var og umvent.

Botnfiskaflotin skuldi tí verði kompenseraður við loyvi at fiska uppisjóvarfisk ímóti forboði fyri at fiska botnfisk og umvent. Í stuttum ein góð umsiting af bæði fiskastovnum og fiskivinnu samstundis sum hetta fylgir lógini og andanum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Meinhard Jacobsen
M.Sc. Fiskivinnutøkni.