Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Andrass Skaalum

“Ikki skíta á tað”

HEVUR TÚ FINGIÐ BRÆV UM UMBOÐSRÁÐVALIÐ 2020 ?
So kann tú atkvøða og gera TÍNA ávirkan galdandi !

TÚ EIGUR FELØGINI  – sjálvt um tað kanska ikki kennist so

Tú er hóast alt parteigari í einum stórum leikara á fíggjarheiminum, sum er týdningarmikil fyri allar Føroyar.
Tað er ikki líka mikið, hvussu feløgini verða skipað – tú kann ávirka við at  atkvøða.
 –  Gott í teg, ger TÍNA ávirkan galdandi.

“Eg kundi ikki skitið meiri á tað” - siga nøkur.
Tíverri er felagið ov fjart frá tær, sum eigara, av hesum kemur helst hugburðurin “Eg kundi ikki skitið meiri á tað”  – vildi ynskt at felagið gjørdi meiri við at røkja sambandið við teg.

Tú hevur so møguleika at velja - Um tú ikki velur,  ja so er tað í grundini hini, ið velja fyri teg – tí tú manglar.

Vel fólk inn, ið vilja opinleika, hava dirvið og viljan at siga frá.
Eg standi sjálvur fyri afturvali, og heiti á teg, at atkvøða meg inn í umboðsráðið, so eg kann halda fram sum konstruktivur vaktari  -  Tað er veruliga brúk fólki, ið eru á varðhaldi.

Hvat ger tú so við tína atkvøðu ?
Valið er í gongd nú og endar 28. september.
Tú fær helst fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja : 
• “Hví skal skal eg velja júst teg ?” 
• “Hvat stendur tú fyri ?”
• “Hvussu vil tú umboða meg ?”
• “Hvat heldur tú um pening og makt ?”
• “Hvat við nepotismu (at nekta vinir kenningar ?”

Mál míni: Umframt at vera á varðhaldi, vil eg t.d. framhaldandi virka fyri :
• At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).
• At tú fær betri kunning um tað, felagið hjá tær tekst við.
• At ognir ikki verða “lirkaðar”  úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).
• At samtakið er skipað trygt og avmarkar nektan av vinum- og kenningum (nepotismu).
• At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.
• At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).
• At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við onnur vinnurekandi.
• At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara  (Benchmarking).

Tú finnur kunning (blandað bomm) á fb iðuni :    "Innlit í trygging saman við Andrass Skaalum".
Leinkjan er :  https://www.facebook.com/groups/294682889692

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinarliga

Andrass Skaalum mob: 287870
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn t-bræv: andras_s@olivant.fo