Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Minnisvarðin og okkara ábyrgd”

Minnisvarðan í Søldarfirði, sunnudagin 01. nov. 2015 kl.14.00.(vegna veður varð tað hildið í Elim)

Poul Jóhan Djurhuus, skrivar:

Seinasta sunnudag varð  minnisvarði reistur í Rituvík til minnis um stórbragdi hjá skiparanum Anton Olsen, sum megnaði fyri 40 árum síðani at bjarga meira enn 3.500 menniskjum av einum søkkandi skipi. Minnisvarðin í Rituvík stendur fyri tí mótsatta, í mun til minnisvarðan í Søldarfirði. Annar er reistur til minnis um tey, sum bóru boð í bý, meðan hin er reistur til minnis um teir, sum ikki bóru boð í bý – og tað eru teir, sum ikki bóru boð í bý, sum vit minnast í dag – og serliga teir, sum fóru undir krígnum, við tað, at tað í ár eru 70 ár síðani kríggið endaði. 

MINNISVARÐAR Í FØROYUM

Tann stóri minnisvarðin í viðalundini í Havn, við sjómanninum undir sydvesti, sum hyggur suður í fjørðin,  varð reistur í 1956 til minnis um teir, sum fórust undir seinna heimsbardaga. Eg minnist væl ta løtuna, tá hann varð avdúkaður, hóast bert 6 ára gamal, tí eg var har saman við foreldrum mínum. 

Í 1976 varð minnisvarðin á Raktanga á Strondum reistur, og í oktober í 1983 varð  minnisvarðin í Søldarfirði reistur, og ein var til staðar í báðum førum. 

Tað eru nógvir minnisvarðar reistir í lítla landi okkara, og hesir eru væl umboðaðir  á øllum oyggjunum og nærum í flestu bygdum. Tað er ein gransking í sær sjálvum at lesa mongu nøvnini á øllum hesum minnisvarðum, og eisini at royna at eygleiða  hvat tað er fyri myndaevni, ið myndahøggarin hevur havt í huganum, tá hann er farin undir at gera teir mongu og ymisku minnisvarðarnar.  

Tað stóra tali av nøvnum á minnisvarðunum runt í landinum, og ikki minst á hesum í Søldarfirði og minnisvarðanum á Strondum, umboða menn í blaðungum aldri: Tannáringar, menn  í bestu manndómsárum, menn í miðalaldri og eisini eldri menn. Pápabeiggi mín, sum fórst við Immanuel í 1932 og hvørs navn er bæði her í Søldarfirði og á minnisvarðanum á Strondum, var einans 16 ára gamal.  

SEINNI HEIMSBARDAGI

Einki er at ivast í, at tað, sum hevur verið við til at seta gongd í at reisa minnisvarðar, er stóra talið av landssynum okkara, sum fórust á sjónum og fingu  váta grøv undir seinna heimsbardaga. Missurin av monnum var so stórur, at Føroyar settu prosentmet millum heimsins tjóðir, tá tað kom til mannfall av krígsávum. Ikki færri enn 39 føroysk fiskiskip fórust í tíðarskeiðinum 1940 – 45, og meira enn 200 mans fórust, sum lótu eftir seg ungar einkjur við 299 faðirleysum børnum. 

Í ár minnast vit hesar menn á ein serligan hátt, við tað, at tað í ár eru 70 ár liðin síðan seinni heimsbardagi endaði. Hesir vóru sannir stríðsmenn og “hermenn,” sum eisini bardust á einum hermóti, um ikki við kanónum, maskinbyrsum og fullsettum patrónbelti, men hesir menn hildu lív í okkara einastu lívsæðr, sum var og framvegis er okkara einasta lívsæðr, nevniliga útflutningur av fiski - og teir settu bókstaviliga lívi í vanda til tess at vinna á hesum hermóti.

Sanniliga var tað eitt vandamikið hermót, ið teir sigldu ímóti og ígjøgnum, bæði ávegis til Íslands eftir fiski, og ávegis til Bretlands at selja og ávegis heimaftur til landa til síni kæru. Vandin lúrdi allastaðni – Í erva vóru bumbuflogførini, beint undir  vatnskorpuni lógu lúmsku minurnar og í myrka dýpunum lúrdu kavbátarnir, hesir havsins úlvar, ið miskunnarleysir og uttan orð ella boð framdu sínar ógerðir.

Vissuliga, vóru hesir stríðsmenn og hermenn á sínum hermóti, og hóast nógvir av teimum ikki komu aftur, so var eingin, sum tapti, men teir vunnu allir, bæði teir, sum  bóru boð í bý og teir, sum ikki bóru boð í bý, tí allir vóru teir við til at halda blóðinum rennandi í føroyska búskaparliga blóðrenslinum, nevniliga fiskivinnuni, sum var og er, og fer at vera nógv ár inn í framtíðina okkara týdningarmesta og einasta búskapargrundarlag. 

STÓRUR SKÆRI

Handan sýnuna og í tí ókenda ævinleikanum, har eiga vit føroyingar stóran skara av landssynum, sum, til tess at byggja hetta land, offraðu lívi, ikki bert undir seinna heimsbardaga, men so leingi Føroyar hava verið bygdar og til dagin í dag, hava vit havt synir, sum hava halgað síni bestu ár til tess at fáa ríkidømi upp úr sjónum, og hesir hava soleiðis verið høvuðsentreprenørar at byggja okkara land til tað, sum tað er í dag. Men tí teir fingu eina váta grøv, so eydnaðist teimum ikki til fulnar at síggja úrslitið av teirra strevi, eitt úrslit við eini búskaparligari framgongd, sum vit í dag njóta ómetaliga gott av – men minnisvarðarnir eru steinar, sum tala og vitna um teirra  vilja, dugnaskap, áræði, treysti, dirvi og teirra kærleika til hetta land!

MINNISVARÐIN, EIN BOÐSKAPUR

Ein minnisvarði um sjólætnar fiskimenn og sjómenn annars, sigur nógv um eina tjóð. Teir siga okkum, at vit seta stóran prís upp á fiskimannin og sjómannin, og at vit ikki vilja gloyma teir, men minnast teir, og at vit søguliga altið hava virðismett teirra samfelagsinnsats á havinum ógvuliga nógv, og tað sigur okkum eisini, at her er eitt fólk, sum  ynskir at ganga í fótasporunum hjá hesum óræddu fiskimonnum. 

Tí er tað, at vit hava foreviga teirra minni við einum minnisvarða, sum kann standa og bera sín boðskap  í øldir. Hetta er eisini nakað, sum útlendingar hava lagt merki til, tá teir steðga við okkara vøkru minnisvarðar, og kunnu fara av landinum við einum góðum inntrykki av okkum sum fólk. 

BÓNDASAMFELAG TIL FISKIVINNUSAMFELAG

Men hvussu er hugburðurin hjá tí modernaða føroyinginum í dag og í framtíðini til fiskimannin? Fara vit at reisa minnisvarðar og hava minningarhald sum í dag um 20 ella 30 ár?

Tá føroyska bóndasamfelagið, sum hevði verið bóndasamfelag í øldir, so smátt fór at flyta seg til at gerast eitt fiskivinnusamfelag seinast í 1800-talinum, var tað, at føroyskir handilsmenn fóru at keypa og byggja skip, og føroyingar fingu eina reiðara- og skiparastætt. Teir ungu dreingirnir og menninir í góðum árum, sum higartil høvdu verið meira og minni stavnsbundnir sum húskallar og bønarmenn á bóndagarði, kundu nú eisini fara til skips og vinna sær sín egna pening, og seta bein undir egið borð. 

Nú gjørdist fiskivinnan og tað at sleppa við einum skipi til fiskiskap ein dreymur hjá monnum, og tær ungu genturnar sóu hetjurnar í javnaldrum sínum. Ungir menn fóru á navigatiónsskúla, og stoltir vóru teir, tá teir fingu skiparapappírini og kundu sjálvir føra skip. Nú byrjaði føroyingurin so smátt at síggja tað ríka tilfeingið, sum lá í havinum, og at hetta kom bæði fólkinum og samfelganum ríkiliga til góðar – eitt forstáðilsi og ein alskur menti seg í føroysku fólkasálini fyri fiskimanninium  og fiskivinnuni!

Soleiðis gjørdist føroyska samfelagið til eina sterka fiskivinnutjóð burturav, sum øll komu at halda av, sum øll livdu av og sum øll, ung sum eldri, og hvørt skúlabarn, hevði forstáðilsi fyri og skiltu búskaparliga týdningin av. Soleiðis hevur tað verið til dagin í dag, og tað eru menn av hesum slagnum, sum prýða minnisvarðarnar um alt landi, sum framvegis vera høvuðsentreprenørarnir, ið byggja hetta land. 

IT-ÆTTARLIÐIÐ

Eg setti spurningin fyri løtu síðani, at hvussu er hugburðurin hjá tí modernaða føroyinginum í dag og í framtíðini til fiskimannin? Eg eri ræddur fyri, at tað uppvaksandi føroyska IT-ættarliðið ella teldutøkni-ættarliði er farið at reka burtur frá tí basala forstáðilsinum av okkara fiskivinnu og hvønn berandi og avgerandi týdning hendan vinnan framvegis hevur í okkara samfelag. Hetta er sanniliga nakað, ið ger seg galdandi í tí danska samfelagnum í dag.

Um hetta veruliga er so, sum eg trúgvi tað er, so skal tað bert eitt ættarlið til, og so hava vit ein ófrættakendan samfelagsveruleika, har meginparturin av einum ættarlið ikki hevur tað alneyðuga forstáðilsi fyri  fiskimanninum og fiskivinnuni – tá er búskaparligur vandi á ferð!

IT-tøknin er góð og neyðug í dagsins samfelag fyri fiskaran og fiskivinnuna, og vit eiga ikki at niðurprioritera IT-vinnuna, men tað verður eingin IT-vinna í okkara samfelag, um fiskimaðurin og fiskivinnan verður niðurprioriterað, forsømd og tapur.

ÍBLÁSTUR

Tí vóni eg, at tey nøvn, sum prýða minnisvarðan í Søldarfirði og minnisvarðarnar runt um í landinum, altið vilja vera ein íblástur hjá tí uppvaksandi ættarliðinum at duga at síggja og duga at prioritera rætt tann viðfødda og neyðuga búskapar- og samfelagsbygnaðin í okkara lítla fiskivinnusamfelag, sum av Skaparans hond er plaserað mitt í einum fiskiríkidømi mitt í Norður-Atlantshavi.

Gud signi minni eftir hesar menn, og Gud signi og varðveiti teir, sum enn hava sítt arbeiði á sjónum – takk fyri, og Gud signi tykkum øll!