Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Tausen, stjóri í Námi, og Marni Abrahamsen frá Lions Club Tórshavn geva hvørjumøðrum hondina uppá, at samstarvið við Lions Quest-skeiðini skal halda fram – og um ikki so leingi eisini á føroyskum máli

“Nei til narko” aftur á breddan

Alt skeiðstilfarið, ið verður brúkt í sambandi við Lions Quest-skeiðini til fólkaskúlalærarar, skal nú umsetast til føroyskt og lagast til føroysk viðurskifti. Sølan av tulipanum hjá Lions Club Tórshavn er við til at gera hetta møguligt.

Í hesum døgum venda limir í Lions Club Tórshavn sær til fyritøkur, virki og stovnar, fyri at selja blómutyssi tulipanum, sum síðstu vikuna fyri páskir kunnu standa frammi á sjónligum stað við einum korti, ið hevur greiða boðskapin: Nei til narko.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið hevur til endamáls at útvega fígging til Lions Quest-skeiðini, sum hava verið hildin í Føroyum fyri fólkaskúlalærarum í eini 20-25 ár. Fyrr vóru skeiðini partur av tilboðnum til fjórðaársnæmingar á Læraraskúlanum, men nú verða skeiðini hildin fyri lærarar í samstarvi við Nám.

– Endamálið við skeiðunum er at geva lærarunum nøkur amboð, so teir kunnu hjálpa næmingunum at hava lívsvirði og sjálvsálit, so teir eitt nú duga at siga nei til rúsevni, sigur Marni Abrahamsen frá Lions Club Tórshavn, ið hevur skipað fyri Lions Quest seinnu árini.

– Tilsamans hava yvir 450 lærarar verið á skeiðunum hesi mongu árini, tey hava verið, men annars hevur undirtøkan verið svingandi, og tí tóku vit upp samstarv við Nám, sum hevur skipað fyri einum skeiði og sum nú fyrireikar skeiðini til næsta skúlaár. Hetta er eitt samstarv, vit fegnast um. Lions Club Tórshavn ásannar, at tað hevur stóran týdning at vera árvakin í stríðnum ímóti rúsevnum, og nú tað skilst, at tað er lættari enn nakrantíð at fáa fatur á rúsevnum í Føroyum, er tørvurin á fyribyrging og upplýsing størri enn nakrantíð.

Tilfar á føroyskum

Skeiðstilfarið, sum hevur verið brúkt øll árini, hevur verið á donskum, men nú verður arbeitt við at fáa tað umsett til føroyskt, eftir at játtan um stuðul er komin frá altjóða Lions Club til endamálið.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at Nám hevur samskift við altjóða Lions Club um týdningin av, at tilfarið er á føroyskum, og gjørt greitt, hvat krevst bæði fíggjarliga og skipanarliga.

– Vit hava lagt okkum eftir, at vit skulu fáa alt tilfarið á føroyskum, tí tað lættir sjálvandi um, bæði tá lærarar skulu tosa við næmingarnar og tá lærarar skulu tosa sínamillum, at tað er føroyskt tilfar, arbeitt verður við, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.

– Men tað er ein avbjóðing at fáa hetta umsett, tí nógv hugtøk, sum eru partur av undirvísingini, finnast kanska ikki beinleiðis í føroyskum máli, og tí má umskriving til. Eisini kann vera neyðugt at laga partar av tilfarinum til føroysk viðurskifti og føroyskar umstøður, so tað verður meira viðkomandi.

Magnus Tausen sigur, at Nám hevur fingið sera góðar afturmeldingar frá teimum, sum hava verið á Lions Quest-skeiðinum, so tí verður helst ein eyka innsatsur gjørdur, so skeiðið kanska longu um eitt ár kann verða hildið á føroyskum.

Skeiðstilfarið er yvirhøvur rættiliga umfatandi, so tí vónar Lions Club Tórshavn, at fyritøkur, virki og stovnar aftur hesaferð fara at taka væl ímóti, nú Lions-fólkini í eina góða viku, fram til hósdagin 27. mars, koma á gátt ella ringja, fyri at fáa selt tulipanir til hetta vælgerandi endamálið.