Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Sig frá!

Tíðindaskriv:

Heildarætlanin, Harðskapur í parlagi og nærsambondum, hevur fingið nýggjan samleika og snið.

Boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi. Uttan mun til, um talan er um likamligan, sálarligan ella kynsligan harðskap vilja vit siga frá, at hann verður ikki góðtikin.

 Arbeiðið at seta í verk átøkini í heildarætlanini er byrjað og millum annað verður arbeitt við at fyrireika viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til harðskap umframt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap.

Upplýsandi átøk verða eisini á skránni í heyst, eins og ætlanin er at gera frálærutilfar, sum kann nýtast í fólkaskúlanum.

Tað er ein sannroynd, at tey, sum eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum eru einsamøll. Eingin sigur sína hugsan, eingin spyr um bláa eygað – eingin sigur frá!

Tí er neyðugt og týdningarmikið at seta sjóneykuna á henda ósjónliga trupulleikan. Og fyrsta stigið er at bróta tøgnina – at siga frá!

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum ásannar, at týdningarmesta fyribyrgingin móti harðskapi er opinleiki og kunnleiki. Hon heldur, at størsta fyribyrgingin er, at vit tosa um evnið:

-So sig frá! sigur landsstýriskvinnan, sum fegnast um, at verulig gongd er komin á hetta arbeiðið.”

Vinaliga,

Elin Winther Poulsen, samskipari.