Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leggur nýggja pensionslógin upp til anarki ???

Nú hava vit loksins fingið nýggja Eftirlønarlóg setta í gildið í Føroyum.

At vit hava brúk fyri eini tryggari eftirlønarlóg , eru tey flestu av okkum samd um. Men er henda sokallaða eftirlønarlógin trygg?? Eg haldi ikki. Tað sum kann undra er, at mynduleikarnir við hesi nýggju lógini leggja upp til, at landi kann ognartaka løn hjá fólki.

Lógin ásetur, at allir borgarar í landinum millum 21 og 67 ár, við nøkrum fáum undantøkum, skula rinda til sína egna aldurdóm. Eisini hevur man, sum øll vita lóggivið fyri , at allar eftirlønir skula skattast við inngjald. So skuldi ein trú, at restin var ogn hjá borgaranum, men so er ikki.

Nei, man tekur sær rætt til, at avgera hvussu ein borgari skal hava peningin út aftur, hóast , at hetta er skattaður peningur. Skatturin er longu goldin við inngjald. Hetta er eftir mínum tykki, at fara ov langt.Eg havi altíð bilt mær inn, at tá eg havi goldið skattin av míni løn,so er ræðisrætturin av restini mín. Høvdu vit ikki eftirløn, so var goldna minsta tímalønin hjá einum handverkara ikki 128,93 kr.men 145,69 kr + feriuløn. Men so einfalt er tað eftir øllum at døma als ikki. Og vit síggja eisini, at í eftirlønarlógini, § 4 stk.2 um útgjald stendur soleiðis:

1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan ,ið verður útgoldin leypandi ,so leingi tann ,sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi ,men sum fellur burtur, tá viðkomandi doyr.

§.10.stk.2. Stk. 2.

Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur sbrt. § 9, stk. 2, kunnu í staðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða goldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin. Aftur her síggja vit, at vit verða Ómyndiggjørd ov okkara myndugleikum.

§12. Stk.2. Rindast skulu 40% í eftirlønarskatti til landskassan av inngjaldi til eftirlønarsamansparing.

Eg havi sera ringt við, at fata hvussu okkara mynduleikar kunna loyva sær,at avgera hvussu okkara egnu pengar skula útgjaldast, tá vit koma har til. Og uppaftur verri er, at um vit eru so óheldig, at doyggja, áðrenn eftirlønaraldur-”tað kann jú henda-” tekur man sær rætt til,at ognartaka part av innistandandi, sum vit hava uppspart og sum vit hava goldið skatt av. Hettar er á markinum til diktatur/anarki, og er tað mær ein gáta, hví eingin polittikari setur spurnartekin við hettar.

Men svarið tí viðvíkjandi finna vit í eini aðrari paragraff í somu løgtingslóg.§ 3 umrøður undantøk í samband við inngjald og har framgongur, sum vit vita, at tænastumannaeftirlønir (sum landstýris og løgtingsfólk fáa) eru undantiknar inngjaldi, tí at hesar verða goldnar beinleiðis av fíggjarlógini og kunna eisini arvast, um polittikarin doyr áðrenn eftirlønaraldur. So her er stórur mannamunur gjørdur á okkum borgarum. Tað er líka so ófatuligt, at lærd fólk, sum hava sitið á skúlabonki stóran part av sínum lívi, í rámasta álvara hava sitið og brúkt tíð og kreftir uppá eitt slíkt missfostur av eini lóg, sum als ikki javnstillar allar borgarar í hesum landi. Ikki undarligt, at fólk aftra seg við at flyta til Føroyar.

Tað er nógv, sum bendir á, at vit hava anarkistiskar tilstandir í hesum landi.

Havi lati mær fortalt, at útroknaða virði av eftirlønarskyldunum hjá landskassanum , viðv tænastumannaeftirlønum liggur um einar 3 til 4 milliardir kr, sum skattaborgarin so kemur til at gjalda afturat øllum teimun skattafríðu ágóðunum , sum vit longu gjalda fyri.

Vildi ynskt, at onkur jornalistur tók hettar álvars- mál upp, og kannar tað til botns, tí tað kann ikki vera meiningin, at okkara fólkavaldu als ikki skula verða við til ”ella í minni mun ” at rinda prísin tað kostar, at búgva í hesum landi, men bert smíða lógir til egnan fyrimun.

Vh

Havnar handverkarafelag

Eli Brimsvík,formaður.