Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal

Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd

Sjódregil fyri landi stendur,

man til bøndur tala:

 "Tungligt er, tá undangongan

endar aftur á hala."

Grái táttur ella bóndatátturin, 1938

Seinastu 20 – 30 árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av tvingslig og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.

Í vár setti løgtingskvinnan, Gunvør Balle, Bjørn Kalsø, landstýrismanni í mentamálum, ein fyrispurning um forskúlar. Í svari sínum sigur Bjørn Kalsø m.a.:

Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um skipan og læring í forskúla. Kunngerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Harumframt eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini ásetingar um innihaldið í forskúlanum, samstarv millum lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð hjá næmingum í forskúlaflokki.

Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so kunngerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni í ár.

Løgtingið 10. apríl 2013

Nú veit eg ikki, hvussu nógv hava hoyrt um hesa royndarætlan; eg fylgi hampiliga væl við á økinum, og hetta var fyrstu ferð, eg hoyrdi royndarætlanina gretta.

Skúlaárið 2010 setur Eysturkommuna á stovn ein forskúlaflokk. Í november 2010 sendir Mentamálaráðið eina forskúlakunngerð, dagfesta 27. november, til hoyringar. Kunngerðin fekk eina ógvuliga kaldliga móttøku, m.a. Kommunusamskipan Føroya viðmerkti, at uppskotið til kunngerð vil, at kommunurnar skulu gjalda forskúlan, meðan Mentamálaráðið skal valda. Hetta vildu stóru kommunurnar undir ongum umstøðum ganga við til. Heldur ikki Pedagogfelagið vildi kennast við hana av pedagogiskum orsøkum og fyriliti. At talan var um eina royndarverkætlan, sæst ongastaðni.

Týsdagin, 1. februar 2011, eru kommunufeløgini á fundi við Mentamálaráðið um forskúlakunngerðina. Har sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø: “Kunngerðin er einans ein staðfesting av praksis”. Men staðfesting av hvørjum praksis? Forskúlin hevur í november 2010 verið virkin í góðar tríggjar mánaðir, tað tykist í so lítil praksis, at staðfesta nakað sum helst út frá. Tann valdi skúlin at staðfesta praksis út frá, er heldur ikki serliga umboðandi fyri skúlaverkið í Føroyum. Hetta er ein lítil skúli við flokkum til og við triðja flokk. Tað gevur nakrar heilt serstakar umstøður, ið kunnu vera bæði góðar og vánaligar. Men sigur alment einki um alt føroyska skúlaverkið. Útvið 90% av øllum næmingum í Føroyum ganga í skúlum við framhaldsdeild, t.e. stórum skúlum. Aðrir skúlar hava eisini forskúlar, umframt, at dagstovnarnir í fleiri ár hava havt skúlabólkar til tey 6 til 7 ára gomlu við góðum úslitum.

Kunngerðin verður rættiliga nógv broytt eftir hoyringina, og á vári 2011 verður ein nýggj forskúlakunngerð gjørd, tann kunngerðin, landsstýrismaðurin vísir til, er frá jóansøku 2013. ** Læra vit betur við at verða undirvíst fyrr?

Kendi danski profesarin í útviklingspsykologi, Dion Sommer, sigur í eini samrøðu við Børn & Unge Nr.: 15, 2010:“ Um tað er nakar, sum heldur, at børnini verða betur fyrireikað til at ganga í skúla við at byrjað verður tíðliga við skúlakendum aktivitetum, so tekur mann stórliga feil. Stýrd, skipað læring tíðliga í lívinum hjá børnum er spill av tíð, vísa stórar altjóða kanningar. Børn um trý til fýra ára aldur kunnu væl læra bæði bókstavir og tøl. Tað hevur eitt stutttíðarárin, men ikki positiv langtíðarárin. Kanningar vísa , at hesi børnini klára seg verri enn hini, tá ið tey koma í skúla. Teirra hugburður mótvegis skúlanum er meira negativur, tey eru minni kreativ og meira stúrin fyri royndum.

Í nógvum londum byrjar skúlagongdin fyrr enn hon ger í Danmark, t.d. í Frankaríki. Men sum frálíður, eru fronsku børnini ikki betri fyri, enn tey donsku. Tá ið tey koma í studentaskúla, eru tey ikki dugnaligari fakliga enn tey donsku og tey klára seg ikki betur í t.d. Pisakanningunum. Hinvegin, so eru tey nógv minni kreativ, og tey halda tað ikki vera stuttligt at ganga í skúla”.

Men hvat er tað so, ið ger, at vit eru so upptikin av forskúlum og av, at børnini skulu hava skipaða læring fyrr, tá ið einki bendir á, at tað hevur nøkur positiv úrslit við sær - og í veruleikanum bara er stuldur av barndóminum hjá børnunum?

Hjá mongum ljóðar tað jú sum ein sjálvfylgja, at jú fyrr, vit fara undir skipaða undirvísing, jú betur verða vit fyri. Men tíanverri, so er tað soleiðis, at tað passar ikki.

Men kortini er tað á hesa ranghugsan, nógv av okkara fatan av, hvat er best fyri børnini, er grundað á fyri tíðina.

Globaliseringin trokar á og ávirkar okkum, vit samanbera okkum við onnur lond, t.d. Kina, og børnini gerast ein lutur og eitt amboð í strembanini eftir at gera okkum meira kappingarfør. Hetta hevur so leitt til hugsanina um, at fyrr, byrjað verður at undirvísa børnunum, longri røkka tey í samfelagnum. Hetta er ikki vísundaliga grundað ella grundað á royndir, men er bara nakað, mann heldur. Og gerst ofta partur av súmbolpolitikkinum í politisku skipani, sum prógv fyri, at skúlin verður tikin í álvara. Veruleikin er so, at tað er akkurát øvugt. Kanningar hava aftur og aftur staðfest, at skúlakendir aktivitetir tíðliga í lívinum hava við sær verri úrslit - eisini í siðbundnum lærugreinum, sum lesing, mál, støddfrøði, rokning, fysikk o.s.fr.

Sosiali arvurin og vit – vitan kveistrað til viks

Pisakanningarnar høvdu ta avleiðing fyri børnini alment og í skúlanum, at øgiligur dentur varð lagdur á lesing, umframt, at skúlin og børnini vórðu undirdíkt í meiningsleysum royndum í tíð og úrtíð. Tað er púra rætt, at kanningarnar vístu, at lesingin ikki var av tí frægasta. Tí kom henda ógvusliga fokuseringin upp á lesing, ið hevur verið. Men kanningarnar søgdu so øgiliga nógv annað. Tað mest áhugaverda var, at tað var útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum - serstakliga mammuni - ið avgjørdi lesiførleikan hjá barninum. Bara mamman hevði eina miðnámsútbúgving ella vinnuútbúgving, so vóru børn teirra betri lesarar, enn børn, ið høvdu eina mammu, ið bert hevði fólkaskúlan.

Kanningarnar vísa, at fakligu førleikarnir í øllum lærugreinum neyvt hevur samanhang við mentunarliga kapitalin hjá heiminum. Tað áhugaverda í hesum er, at tað er sosiali arvurin, ið skal brótast. Og hann bróta vit ikki – soleiðis sum Pisakanningin varð tolkað – við at børnini fáa meira av tí sama. Skulu vit bróta sosiala arvin í skúlanum, so gera vit tað við at skipa ein skúla, ið røkkur øllum. Á sama bógvin bendir niðurstøðan í Pisakanningunum, at gentur eru væl betur fyri enn dreingir, í skúlanum. Okkurt er, ið sigur okkum, at skúlin í stóran mun ikki er fyri øll - og als ikki fyri dreingir.

Sjálvsagt er tað ikki so einfalt, at sosialur arvur kann brótast bara um skúlan. Har eru so nógv onnur viðurskifti rundanum, ið eisini skulu takast við: lívsvilkorini alment, bústaður, arbeiði og møguleikarnir fyri at liva eitt virkið lív. Serstakliga hava vit ein trupulleika í einligum forsyrgjarum, ikki tí tey eru einligir forsyrgjarar, men tí at lívsvilkorini vit bjóða teimum eru so vánalig. Hetta merkir so aftur børnini. Men dagstovnurin og skúlin hevur avgjørt ein leiklut í at bróta sosiala arvin.

Tað løgna er so, at øll tilmæli og vitan um læring og menning hjá børnum, eru vorðin kveistrað av borðinum til fyrimuns fyri súmbolpolitikk, og tí mann heldur seg vita, men ikki á ta vitan, ið er atkomandi. Hetta eyðkennir hesa forskúlakunngerð og ”royndina”. Soleiðis hevur eisini verið í grannalondum okkara, mest Danmark. Men munurin er, at har er eitt kjak farið fram. Hjá okkum tykist tað, sum at tað mesta er farið fram í loyndum. Hyggja vit eftir kunngerðini og royndini, so sæst, at stórur partur byggir á eina aveldaða fatan av, hvat læring er, lítið og einki fyrilit er fyri menningini hjá børnum og tað verður ikki grundað í einum samfelagsligum samanhangi, hvussu samfelagið hevur ment seg og hvat vit hava tørv á sum samfelag.

Í fullum álvara eru tað nøkur, ið halda, at endamálið við dagstovnunum er at fyrireika børnini til skúlan. Ikki minst hetta er í andsøgn við gitnu Santiago-deklaratiónina www.SantiagoDeclaration.org, har um stórthundrað altjóða leiðandi útviklingspsykologar og granskarar ávara ímóti tí ráki, ið er, at sjálvt smá børn verða undirvíst uttan fyrilit fyri vitanini um menning og læring hjá børnum.

Dagsskráin tykist vera: hvat kann gera børnini meira skúlabúgvin ella at tryggja, at tey klára seg væl í Pisa-royndunum. Men hjá børnunum sjálvum er tað avgerandi at tryggja sær eitt gott barnalív. Og tað má eisini vera endamálið hjá okkum, at tey fáa.

Hvør er so munurin á læring og undirvísing? Tann mest einfalda lýsingin er, at høvuðsmunurin er, hvør er í sentrum: tann lærandi ella tann undirvísandi. Læring verður fatað sum strembanin hjá børnum sjálvum at ogna sær vitan og lívsroyndir, børnini eru aktiv, og uppgávan hjá tí vaksna er at leggja til rættis umstøður fyri læring: at læra av. Børn læra allatíðina. Undirvísing er tann skipaða flytanin av kunnleika frá tí vaksna til barnið: at læra um. Barnið kann læra av undirvísing, men tað er als ongin trygd fyri, at tað lærir nakað, um tað fær undirvísing í avmarkað tíðarbil.

Ein av fáu broytingunum í kunngerðini frá 2013 í mun til hana frá 2011, er hetta brotið, ið er skoytt uppí § 3: Innihaldið í undirvísingini skal í minsta lagi fata um grundstøði í: “undran, forvitni og skapanargleði”. Nú havi eg ongantíð hoyrt um ella sæð pedagogiskar teoriir um at undirvísa í hesum. Tað, sum ber til, er at skapa grundarlag fyri einum læriumhvørvi, har børnini undrast, gerast forvitin og kenna skapanargleði. At undirvísa í tí, er beinleiðis at oyðileggja gleðina við slíkari læring. Men orsøkin til hetta, er allarhelst tilgongdin hjá teimum, ið hava snikkað kunngerðina til, har hugsað verður undirvísing og ikki læring – og tað kann vera ógvuliga stórur munur á teimum báðum hugtøkunum.

Royndararætlanin - Hvørji eyðkenni hevur ein royndarætlan?** Á vári 2013 boðar mentamálaráðharrin so frá, at ein royndarætlan hevur verið í gongd, ið longu er vorðin eftirmett. Í einum brævi, dagfest 5. juli 2013, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum, at kunngerðin frá 2010, varð lagað til eftir hoyringssvarunum, og síðani varð avtalað við kommunurnar ”at ein royndarskipan skuldi setast í verk út frá uppskotinum til kunngerð.” Ikki sæst nakrastaðni í teimum skjølum, eg havi sæð, nøkur avtala við kommunurnar.

Nú veit eg ikki hvat, Mentamálaráðið leggur í eina royndarætlan. Talan kann í hesum førinum vera um: Royndarundirvísing ella pedagogiskt menningararbeiði. Eyðkent fyri slíkar royndarverkætlanir er, at ein pedagogisk hugsan, metoda ella okkurt annað, ið kvalitativt kann gera praksis betur, verður roynt. Eyðkent fyri bæði sløgini av pedagogiskum royndararbeiði eru greið mál og eftirmeting. Báðir hættirnir eru grundfestir í vælroyndum vísindaligum fatanum. Annað eyðkenni er, at eftirmetingin verður gjørd av fólki við serkunnleika innan økið – vísundaliga grundað – óheft av sjálvari royndini. Spurningurin er so, hvat slag av royndarvirksemi hetta hevur verið? Tað er ikki at taka munin ov fullan at siga, at tað er meira enn trupult at fáa eyga á nøkur greið mál við royndini ella hvat endamálið er við henni, tíansheldur, hvat slag av roynd hetta er.

Tó eru glottar. Í einum brævi frá aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, dagfest 8. mai 2013, rivar eitt sindur: ”Endamálið við royndarverkætlanini er at royna uppskotið til kunngerð í verki, at gera møguligar ábøtur í uppskotinum og at fáa til vega ítøkiligar royndir við forskúla sambært uppskotinum til skipan og læring í forskúla”. Nøkur greið lýsing av royndini sæst ongastaðni ella hvussu hon skal gjørgnumførast, skipast og eftirmetast. Víðari verður sagt:”Royndarverkætlanin fataði í fyrsta lagi um skúlaárið 2011/12, ætlanin er m.a. grundað á lesifremjandi og handaligt virksemi, talfatan, rørslu og sang/tónleik”. Hetta er burtur úr § 3 í forskúlakunngerðini, uttan tað, at har stendur einki um nakra lesifremjan, men: mál og málmenning, ið ikki er heilt tað sama, sum lesifremjan. Leiðarin í forskúlanum skuldi lata kommununi og Mentamálaráðnum eina frágreiðing og koma við tilmæli um ábøtur og broytingar.

Upprunakunngerðin frá 26. november 2010, er í stóran mun grundað á donsku:** Bekendtgørelse af 31. mars 2009 om undervisning i børnehaveklassen. Tann útgávan, vit nú hava á føroyskum, frá jóansøku 2013, hevur enn nógv av donsku kunngerðini í sær; men hon er ikki broytt til tað betra, men er blivin enn meira undirvísingarkend. Í teirri donsku kunngerðini stendur: “Sprog og udtryksformer”, tað er so í teirri føroysku blivið til: ”Mál og málmenning”. At tað so í royndarætlanini er blivið til lesifremjan, er bæði orsakað av tí undirvísingarkendu fatanini av læring, ið er aftan fyri allan hugburðin í kunngerðini, men eisini ein klassisk føroysk misfatan av danska orðinum udtryksformer, ið eisini er í teirri føroysku fólkaskúlalógini. Udtryksformer vil siga: nógvir ymiskir hættir at ogna sær málið uppá, um nógvar ymiskar aktivitetir og um nógv pedagogisk amboð, bæði emotionell og kognitiv. Í teirri føroysku fatanini er tað eintýtt blivið til skipaða mannagongd fram móti lesing. Tað er als eingin ivi um, at eitt barn við vælmentari málfatan áðrenn skúlabyrjan, eisini fer at læra meira í skúlanum, tí at góð málfatan lættir um læringina. Men, vit vita eisini, at tann sosiali parturin av læringini gongur fram um tann intellektuella partin av læringini, so í byrjanini skulu vit leggja dent á tann sosiala og kensluliga partin, heldur enn á tann kogitiva ella intellektuella. Mál er eitt sosialt samskiftisamboð, ið er fortreytin fyri lesingini, tað, ið gevur lesingini meining.

Allar royndir vísa, at góðar umstøður fyri einum fjølbroyttum læriumhvørvi á dagstovninum – eisini tí málsliga – er besta fortreytin fyri lesingini seinni í lívinum.

At gera eina pedagogiska royndarverkætlan í mun til eina kunngerð, er bæði ivasamt og margháttligt. Tí ein kunngerð er ein fyrisitingarlig lýsing av reglum og innihaldi í einum eventuellum forskúla, tað er ikki nøkur pedagogisk royndarætlan, men ein staðfesting av, hvussu myndugleikin vil hava tað at vera. Tað er mangt, ið bendir á, at endamálið við royndarverkætlanini bert hevur verið at staðfesta praksis, hvør hann so er. At so er, vísir hetta skriv frá Mentamálaráðnum dagfest 12. juli 2013 til Føroya Pedagogfelag: “Tá skúlar fingu játtað at seta forskúla á stovn og eingin kunngerð var, mátti annað gerast og var uppskotið til kunngerð, ið fór út til hoyringar tí nýtt sum grundarlag undir verkætlanini. Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í gildi.”

Ein samstarvsbólkur, ið skuldi skipa eftirmeting - Pedagogar fáa reytt kort! Í áðurnevnda brævi frá 8. mai 2013 verður eisini sagt: ”Eisini varð settur ein samstarvsbólkur við umboðum frá avvarðandi pørtum, sum skuldi fylgja royndarverkætlanini og greiða møgulig ivamál, soleiðis at eftirmetingarnar vóru gjørdar regluliga.” Umboðini í samstarvsbólkinum vóru: eitt umboð fyri Lærarafelagið, eitt fyri Pedagogfelagið, eitt fyri Mentamálaráðið, eitt umboð fyri Eysturkommunu og forskúlaleiðarin. Hóast hetta verður sagt at vera ein samstarvsbólkur, so hevði hann ábyrgd av at eftirmetingin verður gjørd – hvør skal gera hana, stendur einki um.

Samstarvsbólkurin, ið hevði ábyrgdina av eftirmetingini, hevði tveir fundir, í januar 2012 og mai 2012. Á fundinum í januar 2012 verður frágreiðingin hjá forskúlaleiðaranum fyri royndarárið 2011 -12 løgd fram. Í fundarfrágreiðingunum eru ongar eftirmetingar, men nakrar staðfestandi viðmerkingar. Gjøgnumgangandi fyri flestu viðmerkingarnar, er hugtakið undirvísing og ikki læring. Staðfestingar sum henda eyðkenna flest allar viðmerkingarnar:” Dagurin í Skúlaspíranum er skipaður við longum steðgum, sum geva børnunum møguleika at spæla seg móð. Hetta er gott.” Tað kann gott vera, at so er, men hví er hetta gott? Pedagogar verða so gott sum ikki tiknir uppá tungu - uttan í heilt fáum førum, m.a.: “Royndirnar í ár eru at býti helvt um helvt millum námsfrøðingar og lærarar riggar væl. Eisini vísa royndirnar at eitt býti við tveimum triðingum lærara og ein triðing námsfrøðingi er eins gott.” Hvat, ið hetta er grundað á, stendur ongastaðni, og eins gott, sum hvat? Hví tað riggar væl ella hvat, tað er, ið riggar væl, verður heldur ikki nomið við, niðurstøðan um býtið millum fakbólkarnar, hvat er hon grundað á?

Merkisverd er henda fráveran av pedagogunum í royndini, tá ið hugsað verður um, at kunngerðin, § 6 stk. 3. sigur: “Skipað samstarv skal verða millum lærararar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.”

Í hinum Norðurlondum er tað soleiðis, at Finland, Svøríki og Danmark hava forskúlar, meðan børnini í Noregi og Íslandi fara í skúla sum seks ára gomul. Eitt eyðkenni fyri forskúlarnar í hesum londum er, at tað eru pedagogar, ið standa fyri teimum og arbeiða í teimum. Og allastaðni verður dentur lagdur á, at tað eru pedagogisku prinsippini frá dagstovnunum, ið liggja sum grund fyri virkseminum í forskúlunum.

Danmark er nokk tað Norðurlandið, ið hevur tann mest skúlakenda forskúlan, og hongur hetta fyri mesta partin saman við politikkinum hjá borgarligu stjórnini, ið sat í umleið 10 ár. Í Finlandi og Svøríki eru forskúlarnir sjálvbodnir, hóast flestu børn ganga í honum, meðan hann í Danmark er kravdur. Í Eysturkommunu er tað so, at foreldrini ongan valmøguleika hava, børnini skulu í forskúla, um tey skulu hava nakað tilboð sum 6 til 7 ára gomul.

Hvat, ið hesin samstarvsbólkur grundar tað á, at pedagogar næstan ikki eru neyðugir í forskúlanum, er ikki til at vita, tað eru so ikki tær royndirnar, hini Norðurlondini hava gjørt sær og er heldur ikki vísundaliga grundað.

Samstarvsbólkurin, ið í roynd og veru sær út til at vera tann einasti “eftirmetingarbólkur”, ið hevur verið, og sum Bjørn Kalsø sostatt grundar alt svar sítt á, 10. apríl 2013, umfatar eitt embætisfólk, tvey fakfelagsfólk, borgarstjóran í Eysturkommunu og forskúlaleiðaran.

Teir báðir seinastu hava eyðsýnd seráhugamál, tað hava teir eisini lov til at hava, men tað hoyrir bara ikki heima í eini sakligari, fakligari eftirmeting. Tey bæði fakfelagsfólkini umboða so tvey ymisk fakfeløg, við hvør sínum seráhugamálum, tað er so tað, ið tað er, men er ikki serliga tryggjandi fyri eina óhefta eftirmeting. Og embætisfólkið, tað umboðar politisku skipanina, og eigur at tryggja, at royndarverkætlanin verður skipað og eftirmett á tryggari grund, tað kann mann uttan himpr siga, at so er ikki. Embætisfólkið kann ikki sjálvt taka lut í eftirmetingini, tí tað umboðar so nógv áhugamál og politiskar meiningar.

Ein metandi frágreiðing

Frágreiðingin frá forskúlaleiðaranum ber á sama bógvin, sum viðmerkingarnar frá samstarvsbólkinum, tað eru staðfestingar, heldur enn kvalitativar eftirmetingar av royndini við einum greiðum fakpedagogiskum innihaldi. Men frágreiðingin gevur seg heldur ikki út fyri at vera ein eftirmeting. Tá ið tað er sagt, so skal sigast, at í frágreiðingini eru eisini fult av staðfestingum og subjektivum metingum, ið tað til fulnar er loyvt at hava, men sum ikki røkkur sum eftirmeting í eini skipaðari royndarverkætlan – har vanta avgerandi grundgevingar fyri útsagnunum. Útsagnirnar eru staðfestingar sum: ”Mín fatan er, at forskúlin er stórsta frambrot í føroyskum skúlaskapi í nýggjari tíð.”, ”tað eri eg sannførdur um”, “tað er ein sannroynd”, “eg eri vísur í”, “hetta er rætt, og hevur riggað væl” o.s.fr. Greitt verður frá tí, ið royndarætlanin er grundað á: “lesifremjandi og handaligt virksemi, talfatan, rørslu og sang/tónleik.” Tað, ið greitt verður frá, er, hvussu hesi verða skipað í forskúlanum, men ikki nøkur kvalitativ meting av, hvat royndin í hesum kann læra okkum í mun til forskúlar.

Annars verður rættiliga nógv gjørt burturúr tí lesifremjandi partinum, og at forskúlin fer at bøta um lesiførleikan hjá børnunum seinni. Tað eru ongar kanningar, ið hava staðfest, at formaliserað undirvísing tíðliga í barnaárunum gevur betri faklig úrslit seinni ella at lesiførleikin verður styrktur, heldur tvørturímóti. Í veruleikanum vísa t.d. norskar kanningar tað øvugta. Ein norsk kanning frá 2005 av børnum, ið vóru farin í skúla eftir teirri gomlu skipanini sum 7 ára gomul fyri 1997, og av teimum, ið aftaná vóru farin í skúla sum 6 ára gomul, vísti, at tey, ið vóru farin í skúla sum 7 ára gomul, dugdu betur at lesa, tá ið báðir bólkarnir vórðu samanbornir sum 10 ára gomul.

Somuleiðis klára norsk børn seg bara miðalvæl í Pisalesikanningunum.** Frágreiðingarnar eru fleiri, bæði av pedagogiskum og fysiskum slag. Týskir heilagranskarar eru í ein kanning komnir fram til, at heilin hjá yngri børnum er minni búgvin, soleiðis at hann lærir at lesa minni búgvið, jú yngri, hann er. Og tað ger so munin seinni.

Heldur ikki er tað lættari hjá børnum, ið hava læritrupulleikar at fara í eina formaliseraða undirvísing fyrr. Amerikanskar kanningar hava víst, at viðurskifti, sum viga tungt hjá børnum, sum hava læritrupulleikar ella hava tørv á serundirvísing, er aldurin. Tað vil siga, at tørvurin á serundirvísing veksur, jú fyrr, vit fara undir formaliseraða undirvísing.

Tað er enn - sum fyrr - ikki forskúli, ið avger lesiførleikan og fakliga førleikan annars hjá børnum, men tað sum tey møta í fólkaskúlanum og sosiala bakgrundin hjá børnunum, sum føroyska Pisakanningin eisini greitt vísir.

Sigl meg út, har sjógvar slættast av skynseminnar vernd

Tað er merkisvert, tá ið vit vita, at øll norrønu grannalond okkara leggja stóran dent á, um útbúgvingarskipanina at bróta sosiala arvin, at tað ikki verður tikið upp á tungu í eini roynd hjá Mentamálaráðnum – serliga, tá ið hugsað verður um, at tað greitt verður sagt í Pisakanningunum, at tað er har, trupulleikin er.

Tað, sum dentur verður lagdur á í hinum Norðurlondum, er at royna at bróta sosiala arvin longu í dagstovnunum, tí jú fyrr, hesi tøk verða tikin, betri verður úrslitið seinni. Hetta verður m.a. gjørt við at leiða børnini inn í nakrar sosialar og mentanarligar normar, ið tey kanska ikki møta heima. Í skúlanum er tað truplari at gera tað, tí at hetta traditionelt ikki eru øki, ið skúlin tekur sær av, soleiðis, sum skúlin er skipaður, men sum eru fortreyt fyri læringini í skúlanum. Í einari formaliseraðari undirvísing tíðliga í lívinum, koma hesi børn, oftast, at møta sosialum og mentanarligum normum, ið eru fremmand fyri tey. Hetta hendir fyrrenn tey eru búgvin til at gera sær eina fatan av hesum viðurskiftum. Um dagstovnurin so ikki hevur havt ta neyðugu tíðina til hetta pedagogiska arbeiðið, tí børnini fara undir skipaða undirvísing, so standa hesi børn á berum. Lata vit bara standa til, so verður skúlagongdin, oftast, eitt niðurlag hjá barninum, ið sæst aftur í allari skúlagongdini og seinni í lívinum.

Sjálvandi skal dentur leggjast á lesingina í skúlanum, men lesingin er bara ein mentanarberi av fleiri. At røkka øllum børnum, snýr seg einamest um, hvussu vit skipa læringina. Og har hava vit eina føroyska fyrimynd - í Frískúlanum í Havn.

Fortreytin fyri, at tað skal eydnast at bróta sosiala arvin, er, at børnini møta einum dagstovni við høgari dygd. Nú eru vit so heppin í Føroyum, at vit sum heild hava sera dygdargóðar dagstovnar, tí er tað ikki sørt undrunarvert, at tað her á landi ikki er brúk fyri fakligheitini hjá pedagogum, serstakliga á einum øki, ið er kjarnuøki teirra.

At undirvísa í spæli – ein tvørsøgn

Ein av kjarnuførleikunum í pedagogútbúgvingini er at skapa kreativ læriumhvørvi - í eini víðari fatan enn undirvísing. Einastaðni í frágreiðingini frá 2012 stendur: “ Í forskúlanum eru bæði námsfrøðingar og lærarar, hetta kemur børnunum til góðar á tann hátt, at førleikin hjá námsfrøðingum at arbeiða við spæli og øðrum kreativum verður ein natúrligur partur av tíðini í forskúlanum. Námsfrøðingar taka sær meira av hesum partinum av undirvísingini.”

Nú eru spæl og kreativitetur akkurát ikki undirvísing. Tað, ið her kemur til sjóndar, er vantandi fatan av, hvussu neyðugt tað er at hesi bæði, kreativiteturin og læringin, ikki verða býtt sundur í tveir ikki samanhangandi partar, men eru ein eind – pedagogar eru útbúnir til at leggja til rættis eitt optimalt læriumhvørvi, men ikki at undirvísa.

Um skipanina av hesum royndarvirksemi stendur einastaðni í frágreiðingini um bygnaðin í degnum: “7. Frítt spæl (frá uml. kl. 10.30 )”, sambært frágreiðingini sleppur hetta “fría” spælið at halda fram til kl. 11.05.

Spælið hjá børnum er eyðkent av frælsi, er tað stýrt av vaksnum, er tað ikki longur spæl, men kanska undirvísing ella sosialisering. Spælið í sær sjálvum er mennandi, og skal ikki vera eitt instrumentalt amboð fyri undirvísing, so fer meiningin við spælinum, og tað verður nakað heilt annað. Missa vit spælið hjá børnum á gólvið, so missa vit eisini ein tann mest týdningarmikla stuðulin undir menningina av børnunum, har tey sjálvi ogna sær verðina. Við vaksnamannastýring av spælinum skipa vit vaksnu verðina í okkara mynd, við vanda fyri, at børnini als ikki skilja hana, tí spælið er teirra sjálvfataða ímynd av verðini.

Tá ið avmarkaðir tíðarkarmar verða settir um spælið á hendan hátt, so er tað ikki longur frítt spæl. Avmarkingarnar gera, at børnini ikki hava tíð til ta heilt avgerandi læringina í spælinum, hugflog, kreativitet, sosiala skipan og ikki minst tíð til fordjúpilsi - flowið. Skipað á henda hátt, fer øll meiningin við hugtakinum “frítt spæl” fyri skeytið. Og at halda, at spæl er undirvísing, sigur í høvuðsheitum bara nakað um hugburðin í mun til spæl og læring annars.

Eitt hálvt tvørfakligt samstarv

Í londunum uttan um okkum er nógv fokus á tvørfakliga samstarvið millum lærarar og pedagogar, og duga flest øll fakfólk á økinum at síggja, hvussu neyðugt tað er og mennandi fyri børnini, at hesir fakbólkar við hvør sínari fakligu tilgongd samstarva á jøvnum føti. Í Danmark hava fakfeløgini hjá báðum pørtum gjørt avtalur um samstarv, og um leiðsluviðurskiftini, har bæði pedagogar og lærarar eru uppií.

So er ikki í Føroyum. At tað av og á eru ósemjur millum tvey fakfeløg, ið umboða tveir ymiskar fakbólkar, er altíð væntandi. Men at Mentamáráðið, ið skal eitast at hava yvirskipaðu leiðsluna av báðum fakbólkum, og eigur at hava yvirskipaða yvirlitið, óheft av seráhugamálum, gongur á odda í at spjaða fakbólkarnar og leggja fótonglar fyri fakliga samstarvinum millum pedagogar og lærarar, er ófatiligt.

Mentamálaráðið førir seg fram, sum um tað bara er ein partur í hesum máli. Tvørfakligt samstarv sær út til bara at vera orð í eini kunngerð uttan innihald.

Danski RUC granskarin, Charlotte Højholt, ið m.a. granskar í tvørfakligum samstarvi millum pedagogar og lærarar, sigur í eini grein í Informatión, 10. juli 2013:“Eg síggi góðar møguleikar fyri, at skúlar og dagstovnar arbeiða tættari saman, men tað, ið oftast hendir, er, at tað verður undirvísingardagsskráin í skúlanum, ið verður altráðandi”. Framhaldandi sigur hon, at tað er harmiligt, at læringin og sosiali parturin hjá børnunum ikki hongur saman, tá ið talan er um tvørfakligt samstarv og leiðslu millum lærarar og pedagogar. Oftast verður tað so, at pedagogar taka sær av tí sosiala, meðan lærararnir undirvísa - hóast hetta eru tvær síður av somu søk. Sjálvt um skúlaleiðsla, lærarar og pedagogar kunnu hava allarbestu ætlan um ta best gjørligu yvirgongdina millum dagstovn og skúla, so hendir tað sjáldan, sambært Charlotte Højholt, at vitanirnar hjá fakbólkunum báðum um einstaka barnið verða deildar, serliga tað sosiala verður fyri vanbýti og skúladagsskráin verður galdandi. Ikki er at taka seg aftur í, at tað eru júst hesi viðurskifti, ið gera seg galdandi í hesi royndini. Ikki minst, tá ið hugsað verður um, at pedagogar og pedagogfakligheitin eru burtur í royndini.

Greiðast kemur henda vantandi fatanin av tí neyðuga fakliga samstarvinum, har tvær fakligheitir eru í spæli, til sjóndar í hesi útsøgnini hjá samstarvsbólkinum: ”Skal ein námsfrøðingur inn í 1. flokk má eitt krav um undirvísingarførleika vera til staðar. Enn hava námsfrøðingar ikki nevnda førleika. Í verandi støðu er eins skilagott at leggja áherðslu á at eftirútbúgva lærarar til eina fjølbroytta menning av næmingunum.” Í hesum broti sæst, hvussu avmarkaða fatan, samstarvsbólkurin hevur av tí, ið Charlotte Højholt kallar neyðuga samanfallið millum fakliga og sosiala partin, her gerst greitt, at sjónarmiðið er undirvísing og ikki læring, við einum rættiliga trongum skúlasjónarhorni.

Aðrastaðni sigur Charlotte Højholt, at stóri trupulleikin, tá ið ein og sami fakpersónur leiðir pedagogar og lærarar, er, at: »Det kræver, at en skoleleder er meget åben overfor at se på andre relevanskriterier for, hvad der sker i en institution, end hvad der sker i skolen, for det er jo forskellige former for praksisser, og det er et af dilemmaerne«

Fyrsti snávingarsteinurin í hesum forskúlanum – áðrenn tað varð umdoypt til royndarvirksemi – var akkurát leiðslan. Upprunaliga var ætlanin at hava eina tvíbýtta leiðslu millum skúlaleiðara og dagstovnaleiðara. Mikið rok stóðst av hesum, og endaði tað við at skúlaleiðarin stóð einsamallur við leiðsluni. Fylgja vit tí, ið Charlotte Højholt sigur, so er tað ein sjálvfylgja at leiðslan er tvíbýtt, fyri á besta hátt at kunna gagnnýta potentialini hjá báðum fakbólkunum.

Vælkomin út á villar víddir, her skal eingin spara seg

Grundað á eina fakliga meting í mun til tað, vit vita um menning og læring hjá børnum, kann ikki tilráðast at seta kunngerðina um forskúlar í verk í tí líki hon hevur. Hon røkkur ikki teimum krøvum, vit mugu seta fyri hóskandi avbjóðingum hjá børnum millum 6 og 7 ár, og livir ikki upp til fakpedagogisku krøvini á økinum.

Kunngerðin og royndin byggir hvørki á føroyska vitan á økinum, altjóða vísindaligar kanningar ella á royndirnar í hinum Norðurlondum, ið hava serstøk tilboð til tey 6 til 7 ára gomlu: Finland, Svøríki og Danmark.

Viðvíkjandi royndini kann sigast, at eingin verulig eftirmeting hevur verið av henni, tí er tað eisini torført at síggja, hvat Mentamálaráðið grundar hetta á: “Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í gildi.”

Tann synergieffekt og dygd í tilboðnum, ið kann standast av tvørfakligum samarbeiði millum tveir fakbólkar í arbeiðinum við hesum aldursbólkinum, er heilt burtur, og tað, hóast annar fakbólkurin er serliga útbúgvin til at arbeiða við teimum 6 til 7 ára gomlu.

Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grundað á henda eina forskúlan. Vit hava hóast alt aðrar forskúlar, harumframt hava vit drúgvar royndir við skúlabólkum fyri tey 6 til 7 ára gomlu á dagstovnum okkara, hví hesin partur ikki er við, tá ið ein so týdningarmikil avgerð verður tikin, kenst heldur ikki serliga trygt.

Trengri vit skipa karmarnar um lívið hjá børnunum og fyrr í lívi teirra, størri er vandin eisini fyri, at tey seinni í lívinum fáa sosialar og psykiatriskar diagnosur og trupulleikar við læringini.

At tað harumframt skal arbeiðast við at bróta sosiala arvin átti at verið eyðsýnt, serliga við Pisakanningunum í huga.

Tað er týdningarmikið, at vit taka røttu avgerðina, hvat skal henda við lívinum hjá teimum 6 til 7 ára gomlu, annars kunnu vit gera óbótaligan skaða, slík avgerð kann ikki verða merkt av tilvild.

Keldur: http://rogvithomsen.blogspot.com/2013/08/i-oum-verki.html

www.pedagogfelag.fo