Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðari á Landsverki í annað starv

STARVSSKIFTI: Mikael Viderø, sum seinastu 2½ árini hevur verið leiðari á byggideildini á Landsverki, er frá 1. februar 2015 settur í starv sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu. Hetta merkir, at Landsverk í næstum fer at søkja eftir nýggjum leiðara til byggideildina. 

Landsverk skal hava nýggjan leiðara til byggideildina, eftir at Mikael Viderø hevur sagt seg úr starvi. Hann fer aftur í starv hjá Tórshavnar kommunu, har hann var býararkitektur frá 2003, til hann kom í starv á Landsverki á sumri 2012. Hesaferð tekur Mikael Viderø við starvinum sum tekniskur stjóri hjá kommununi.

Starvsskiftið ber sjálvandi í sær, at Landsverk skal hava nýggjan leiðara fyri byggideildina og fer í næstum at søkja eftir leiðara.