Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LEINGI HEVUR VERIÐ BÍÐA – men nú kemur hann!

Talan er um heimskenda evangelistin og bókamannin George Verwer!

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo

Missiónsfelgaskapurin Operartion Mobilisation (OM) hevur verið kendur í Føroyum síðani miðskeiðis í sekstiárunum, tá trúgvandi tannáringar í Føroyum longu tá abonneraðu upp á mánaðarlig spolabond frá Operaration Mobilisation, har George Verwer hevði sínar brandtalur um Missión – hann var longu tá ein íblástur hjá ungum fólkum í samkomunum í Føroyum!

Ein íblástur
George Verwer hevur verið íblástur hjá túsundavís av føroyingum, sum ígjøgnum fleiri ára tíggir hava verið ein partur av heimsumfatandi missiónsfelagskapinum OM, annaðhvørt á landi ella umborð á einum av teirra skipum, hvørs flota gamla Norrøna er ein partur av og sum í dag eitur Logos Hope.

Í Føroyum áður?
Tað hava áður verið gjørdar royndir, frá privatari síðu, at fáa George Verwer til Føroyar, og tað einu ferðina, fyri nøkrum árum síðani, hevði hann sett Føroyar í kalendaran sum eina fyribilsnotat, men av einari ella aðrari orsøk eydnaðist tað ikki – men nú er tími hansara komin, og hetta er hansara fyrsta vitjan í Føroyum!

Sjáldsamur ENTUSIASTUR
George kom til trúgv sum ein blaðungur lesandi, og gjørdist skjótt ein habilur traktat- og bókaevangelistur. Hann er framvegis ein forkempari fyri útbreiðslu av prentaða orðinum, hvørs megi hann trýr fult og fast uppá. Men hann er ikki einans bókaevangelistur, hann er sanniliga eisini ein røðari av Guds náði. Hann er støðugt á ferð runt um í heiminum, har hann luttekur á stórum stevnum, sum bæði er fyri ung og eldri, har hann talar og undirvísir í Guds orði við sama brennandi eldhuga, sum tá hann var í tjúgunum.

Kann vera, at stílurin hjá George ikki fellur í hakk hjá øllum, men hann útstrálar eina forvitnisliga og fangandi persónligheit, tá hann á talarstólinum heilt suverent gevur úttrykk fyri sínum innastu hugsanum um andaliga tilstandin hjá Guds fólki í dagsins forbrúkarasamfelag – miss ikki høvið at hoyra henda Guds mann; kanska hansara fyrsta og einasta vitjan í Føroyum!? 

Hann er 76 ár í dag, men aldurin darvar honum als ikki, hvørki tá hann talar, ferðast ella leggur framtíðarætlanir, og aldurin sæst heilt avgjørt ikki, tá hann letur seg í sín mest yndaða jakka, sum er eitt heimskort í øllum ælabogans litum – man kann siga um George Verwer, at hann “ber” allan heimin á sínum herðum, sum hann sanniliga eisini ger í hjartanum!

Byrðan fyri evangelisering gjørdist so stór hjá unga og nýfrelsta manninum, at hann stovnaði ein felgsskap við tí endamáli at náa Europa við evangeliinum ígjøgnum útbreiðslu av lesnaði. Felgasskapurin fekk seinni navnið Operation Mobilisation (OM). OM varð stovnað fyri meira enn seksti árum síðani, og er í dag ein altjóða missiónsfelagsskapur við ikki færri enn 6.000 trúboðarum, sum eru spjaddir um allan heimin. Millum 4-500 av hesum eru umborð á Gomlu Norrønu, Logos Hope – flestu av hesum árum hava føroyingar verið við!

Føroyar 1983
Fyrstu ferð OM vitjaði í Føroyum við einum av teirra skipum, var í 1983. Skipið kallaðist Logos og var gamli Umanak, sum í fleiri ár sigldi við føroyskum fiskimonnum millum Føroyar og Grønland. Eftir vitjanina í Føroyum í 1983 kom OM at hava meiri skipaði viðurskifti í Føroyum, við tað at Gidda og Jørleif Vang vóru sett sum OM-umboð í Føroyum undir høvuðsleiðsluni, sum var í Danmark. Tey umboðaðu OM í mong ár, og vóru við til at hjálpa fleiri 100 føroyingum, at koma í tænastu fyri Harran innan Operation Mobilisation (OM), annaðhvørt við einum av skipunum ella á landi. 

Sjálvstøðug umboðan
Seinastu árini hevur OM havt sjálvstøðuga umboðan í Føroyum, sum er skipað við eini nevnd og eini landsleiðslu. Nevndin er mannað við limum úr ymiskum samkomum í Føroyum, og tað eru hjúnini Anita og Oddmar Tausen á Toftum, sum í dag eru landsleiðarar.

Tað eru landsleiðslan og nevndin, ið hevur bjóðað George Verwer til Føroyar, og tey hava sett niður ein bólk, sum hevur fyrireikað skránna, sum kemur at vera ein tættpakkað skrá. George kemur til Føroyar við flogfari fríggjadagin 10. apríl, og longu mánadagin seinnapartin fer hann av landinum aftur. 

Mánamorgunin verður samrøða við George Verwer í upptøkuhølunum hjá IKTUS í Søldafirði. 

Samrøðan verður seinni send í IKTUS í vikuskiftinum 8 -10 mai.