Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LEIVUR av SKÁLA in memoriam

Mikudagin tann 6. mars komu boðini um, at Leivur Johannesen fv. býar-ingeniørur hevði lagt tær allarsíðstu árarnar inn.  Heilsan var farin at bila  tey seinastu trý  árini, so at enda  dvaldist hann   á eldrabýlinum Lágargarði.

Leivur var føddur 27. mei 1933 á Skála.  Hann plagdi at skemta við, at tað vóru akkurát 230 ár millum hann og ta føgru   Neva-drottningina Leningrad (Skt. Petersburg), sum Petur tann Stóri   grundaði  á fø´lsdegnum hjá Leivi. 

Hann hevði tvær  systrar:  Marjun, sum búði í Kjøpinhavn og Ingibjørg, sum búði í Reykjavík. 
Foreldur teirra vóru Jóhan og Ingeborg Johannesen.  

Johan var tiltikin góður lærari, og Ingeborg, sum var dóttir megnarskaldið J. H. O. Djurhuus,  var  kend  fyri at vera sera hittinorðað, so Leivur hevði gott í at breðga.

Aftaná barnaskúlan arbeiddi hann eitt skifti á Skála skipasmiðju, men hann ætlaði sær kortini  at fáa sær hægri skúla-útbúgving   og  fór tí  sum so mangur bygdadrongur tá í tíðini  til  Havnar á preliminerskúla, haðani hann tók   prógv á  VBV í 1951. 

Um hetta mundið hittust hann og Tórdis av Skarði, sum seinni gjørdist kona hansara. 

Sum so nógvir avbygdanæmingar át Leivur  á pensionatinum hjá tí viðgitnu frú Ellingsgaard, og tað  var beint í túninum, har Tórdis úr Snikkarastovu javnliga vitjaði  í sínum gamla barndómsheimi.

Nakað eftir sín fyrsta ungdóm í Havn, fór hann til Danmarkar  á studentaskeið í Høng, har fleiri aðrir  føroyingar gingu.

Aftaná  studentsprógvið fór hann á Polyteknisk Læreanstalt  at lesa til  ingeniør.

 Tórdis fór eisini til Danmarkar, har hon las  til læknaskrivara, og  bæði  settu seg niður í Kjøpinhavn  á tí hugnaligu Eystarubrúgv, og tað  bleiv  bara eitt steinkast millum teirra býli. (Hann í Malmøgade og hon  í  Øster Farimagsgade).

Leivur tók prógv miðskeiðis í 1960´unum sum bygningsingeniørur. og   eftir nøkur fá ár í  vinnu  hjá byggifyritøkuni Pihl & Søn, fekk hann   starv sum býar-ingeniørur í Havn síðst í 1960´unum. Har starvaðist  hann  í nógv ár og var sera væl lýddur av tí kommunalu arbeiðsmanningini.

Sjónleikari uttan pall og skald uttan bók
Leivur luttók ógvuliga  aktivt í studentalívinum í Kjøpinhavn  í  dekaduni frá miðskeiðis í 50´unum til mitt í   60´unum.

 Hann var  fastur fúsur  í tí legendariska  "føroyska krókinum" á   universitets-matstovuni í Nørregade, har tað føroyska "Burschenschaft" hevði sítt hvønndagsliga centrum.

Tann vælvitjaða  matstovan var vanliga bara kallað  "Kannibalurin", og har høvdu føroyskir studentar stóra vælvild frá tí lagaliga Konsistorium,  og  vit fingu javnliga  innivist, eisini um kvøldið, bæði  til debatt-fundir og skemtiligar veitslur.

Tað studentikosa  Burschen-lívið við bæði gaman og álvara dámdi Leivi óvuliga  væl. 

 Í tí beskedna og spartanska døgurða-umhvørvinum skaptu fátækir studentar (áðrenn SU)  fleiri ferðir sannar  stjørnuløtur, og Leivur var ofta á odda.

Tá ið KANNIBALURIN lat aftur, var tað ikki sjáldan, at hann við mongum studentikosum lagsmanni   leitaði oman á tað nærliggjandi og traditiónsríka studenta-vertshúsið  " Det lille apotek" til  filosofiskt  "Nachspiel", sum viðhvørt kundi blíva  drúgt afturvið fløvandi klaverspæli, sum gestirnir sjálvir  ad libitum skipaðu fyri.   

Við slík høvi kundi Leivur herma  og skemta, so  menn næstan  hildu seg vera komnar til dramatiskan sjónleik á tí gamla tilhaldinum hjá Holberg og Peter Faber.  

Leivur hevði eminentar sjónleikaragávur og dámdi væl at undirhalda  í smærri bólkum.  

Sum   skemtandi keipari og hermari  var hann úr leikum tikin, so Studentafelagið hevði ofta boð eftir honum til fyrireikandi  kabarett-fundir, og har   framførdi hann ofta  sína heilt privatu kabarett fyri einum lítlum vinaskara. 

Men tað lukkaðist okkum stórt sæð ongantíð at fáa hann at átaka sær eina reella rollu á nakrari  almennari scenu.  

So  tíverri blivu allir okkara mongu kabarett-leikir framførdir, uttan Leiv, sum bara spældi sínar  rollur á  heilt   "eksklusivum"  fundum fyri innbodnum frammanundan  teimum  alment lýstu framførslunum. 
Tann kalejdoskopiski pallurin  hjá   Leivi  var altíð í einum privatum  vis-á-vis-umhvørvi  í  smærri stovum og intimum  hølum, har hann kendi alt sítt publikum.  
 
Javnaðarmaður um ein háls
 Men alt var avgjørt  ikki  gamansleikur! Á tí sociala og samfelagsliga økinum var Leivur kompromisleysur og slett  ikki til at skemta við!

 Hann hevði longu frá barnsbeini fingið eina ógvuliga sterka sociala indignatión, sum gjørdi hann til eldhugaðan javnaðarmann. 

Hann og Atli Dam vóru   javnaldrar,  partamenn, vinmenn  og  samlesandi á Tí polytekniska Lærustovninum, sum tá lá á Eystarubrúgv. 

Teir hópaðust ofta við samhugaðum føroyskum socialdemokratum, sum allir vóru í sterkari andstøðu til ta turrgeldu nationalismuna, sum tá í tíðini  enn plágaði nógvar studentar. -  Leivur vildi ikki vita av loysingarfólki og hermdi alsamt  eftir teimum. 

Hann plagdi  ofta  at taka til,  at idealisturin Petur Mohr Dam var  tann einasti føroyski politikarin, sum hevði havt internationalt format. Hann kendi  jú Dam líka  frá óvitadøgum. 

- Jóhan av Skála gekk á læraraskúla saman við P. M. Dam. Teir vóru  bæði vinmenn og partamenn.

 Leivur og nógvir aðrir  socialdemokratar hittust ofta úti hjá Atla á  Arnold Nielsens boulevard  til  heilt  óformellar hugnafundir, har tann fjalda dagsskráin altíð var, hvussu Javnaðarflokkurin kundi fáa broytt tað føroyska samfelagið so fundamentalt, at tað kundi bjóða øllum sínum fólki norðureuropéisk vilkor og social líkindi eftir  socialdemokratiskum leisti.

Summir skeptikarar  hildu teir ofta vera ovmikið bjartskygdar idealistar, men teir hugfangaðu  við sínum miðvísu og konstruktivu framtíðar-visiónum.  

Tað førdi við sær, at Atli  og Leivur høvdu  eitt fast fundament  av javnaðarfólki, sum ikki vóru organiserað í nøkrum formellum felag, men sum altíð vóru fús til at hjálpa til við debatt-fundum, agitatión, upplýsandi greinum og tilfari ella fígging  til flokksblaðið Sosialin.

Við   konsekventari politiskari telving og   eggjandi  persónligari  agitatión lukkaðist tað Leivi,  Atla og fleiri til valgið  í 1958 at gera Javnaðarflokkin til tann størsta flokkin í Studentafelagnum fyri fyrstu ferð.  Hetta hendi á einum heystfundi á Kannibalinum. 

Tað var  ikki sørt av eini sensatión tá, men fáar vikur seinni bleiv flokkurin eisini tann størsti flokkurin  til Løgtingsvalgið  heima í Føroyum, so studentarnir vóru næstan "clair-voyantir".

Bæði Leivur og Atli vóru fulkomuliga  euforiskir um úrslitið: Eg hevði aldrin fyrr sæð báðar so ekstatiskt fegnar.  So tað kvøldið gjørdist sera seint,  og menn blivu heldur drúgvir  á "Det lille apotek".  

Sosialurin og býráðið
Tá ið Leivur hevði sett seg niður aftur í Havn sum kommunalur embætismaður gjørdist hann skjótt eitt kent andlit, bæði í Suðurstreymoyar javnaðarfelag og á Sosialinum. Tað førdi við sær, at hann bleiv ein   integreraður partur av tí organiseraða javnaðarliðinum í Havn.

Flokksblaðið Sosialurin, sum hevði sína prentsmiðju á Heygsbreyt, var ein centralur varði hjá Javnaðarrørsluni. Men blaðútgávan gav stórt hall, so Sosialurin mátti hava konstanta hjálp fyri at  klára seg. Tað var neyðugt við fíggjarligum gávum og praktiskari hjálp. Har var Leivur óførur og dugnaði blaðnum, sum so nógv privat  javnaðarfólk gjørdu. 

Fyri hann var trivnaður hjá blaðnum  eitt avgjørt hjartamál.

Uppi á Heygsbreyt hittust ídnir socialdemokratar ofta, men ikki minst, tá ið valg vórðu hildin.

Menn  fylktust sjálvbodnir  í tímavís og arbeiddu við sera vælstýrdari agitatión,  bæði til løgtings-,  fólkatings- og býráðsvalg. 

Tað vóru aloftast Jákup Lindenskov og Tórfinn Smith, sum skipaðu fyri, men Leivur av Skála, Villi Hansen, Jóhan Samuelsen og Herman Jacobsen vóru hvør í sínum lagi millum  teir alneyðugu krumtapparnar í tí praktiska valg-stríðnum. 

Teir ringdu til fólk, vitjaðu tey, koyrdu tey og tosaðu ótroyttiliga við tey um flokkin og hansara neyðugu  socialu stevnu.

Leivur hevði sín serliga skemtiliga form, sum  hugbant  nógvar potentiellar veljarar, so tey noyddust at møta  og settu eisini tann rætta krossin.  

Saman við Ebbu Hentze var Leivur ein av teimum allarheitastu talsmonnunum fyri, at Atli, sum tá var staddur í Miðeystri,  skuldi koma heimaftur til Føroya at arbeiða fyri Javnaðarflokkin, og Leivur  stórfegnaðist, tá ið lagsbróðurin bleiv kosin til løgmans heystið 1970.

Ein av teimum beinleiðis politisku fylgjunum  bleiv, at Leivur sjálvur  varð uppstillaður  á Javnaðarlistanum til býráðsvalgið  síðst í 1972 og eisini valdur.

Við tí sociala meðviti, sum Leivur hevði, var tað heilt natúrligt, at hann stutt eftir gjørdist limur og seinni formaður í tí socialu nevndini, har hann gjørdi eitt risaarbeiði fyri  illastaddar, húsvillar og aðrar  treingjandi borgarar. 

Við nógv høvi, serliga til høgtíðir vitjaði Leivur fegin úti á Ellisheiminum, har hann skemtaði og hugnaði sær saman við teimum gomlu, og teirra fundir vóru sum rein symbiosa.

Leivur stríddist  nógv fyri, at kommunan alla  hansara tíð hevði eitt stórt tal av smáum húsaognum, sum kundu leigast bíliga, men hesi tiltrongdu socialu býli, vórðu seinni tíverri seld av einum øgiliga stuttskygdum eftirmanni hjá Leivi, so kommunan nú á døgum næstan ikki hevur nøkur bílig smábýli at bjóða sínum  ringast stillaðu borgarum. 

Tað píndi Leiv í nógv ár, at kommunan eirindaleyst realiseraði sínar "socialu" ognir og harvið sveik sína  socialu umsorgan og empatisku ábyrgd.  

Ovurhonds blíðskapur í Eiriksgøtu
Í tí hugnaliga  heiminum hjá Tórdis og Leivi, hevur ørgrynni av fólki  vitjað gjøgnum árini,  og blíðskapurin var altíð stórfingin. 

Saknurin  verður stórur hjá eini risafjøld av kenningum og vinum, men serliga meint verður saknið hjá Tórdis og Hallu, sum hava mist mannin og pápan.

Sjálvur havi eg ofta vitjað og sitið  sera væl  í Eiriksgøtu, og øll míni børn hava havt ógloymiligar løtur saman við tí stuttliga  vertinum, Leivi av Skála. 

Tey minnast hann við stórum takksemi.

 Lat meg  lýsa   frið yvir minnið um tann  musiska, empatiska og engageraða skálamannin, sum næstan  bleiv  inkarneraður havnarmaður við hesum ørindi, sum abbi hansara, JANUS yrkti um ein av sínum vinmonnum:
 
                                         
                          "Vinir vit vóru tey farnu ár,
                           vinir koma og fara,
                           ei sømir monnum at fella tár,
                           tá  ið  tynnist í vinaskara."


                                                                                                                       Virgar T. Dalsgaard