Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lendisfarandi akfør (ATV’arar) á almennan veg

Ynski hevur leingi verið um at loyva lendisfarandi akførum (ATV’arar) at koyra á almennum vegi. Sum er kunnu lendisfarandi akfør bert koyra í bø og haga og á privatum øki. Um eitt lendisfarandi akfar skal flytast frá einum arbeiðsøki til eitt annað ella bara fara tvørtur um ein veg, so krevst at eitt annað akfar flytur tað.

Hetta ger tað torført og dýrt hjá serliga bóndum og seyðamonnum at nýta lendisfarandi akfør á ein nøktandi hátt. Samstundis má havast í huga, at lendisfarandi akfør kunnu verða sera vandamikil, av tí at akfarið er tungt, ferðeginleikarnir eru vánaligir, og ferðin kann verða ógvuliga høg (upp til 100 km/t).

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur :

“Eg fegnist um, at vit umsíðir kunnu fáa skipaði viðurskifti soleiðis, at lendisfarandi akfør kunnu koyra á almennum vegi í arbeiðsørindum, og at atlit eisini er tikið fyri, at trygdin er í lagi, tá hesi akfør skulu út á almennan veg.”

Uppskotið til broyting í ferðslulógini verður nú lagt fyri Løgtingið.