Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Licence to kill

Landsrætturin gav Einglunum viðhald.

Í samband við dómin hjá Landsrættinum, skuldi øll trúð, at artikul 10 í mannarættindasáttmálanum, knappliga er dottin niður úr himli, so sum tað eisini sigst vera hent við Danabrókini.

Dan Klein, journalistur, 
greinar dómin í Oyggjatíðindum, fríggjadagin, 20. november 2015:

Men frælsi hjá journalistum er als ikki nakað nýtt, og hevur í ártíggir verið partur av føroyskari lóggávu, men hetta frælsi er ikki uttan ábyrgd, so sum landsrætturin nú pástendur, men tað fara vit at koma nærri inn á í blaðnum, og seinni í bók, sum verður skrivað.

Somu journalistar, sum mikudagin vóru frídømdir, hava hjálpt somu sjúku rættarskipan, sum í trý ártíggir hevur forfylgt blaðstjóranum á Oyggjatíðindum. Og nú hesi sjálvi komu í trupulleikar, var tíðin komin til tøkkina fyri tøgnina.

Hesir journalistar hava valt at tiga, tá tað regnaði omanyvir blaðstjóran á Oyggjatíðindum við justitsmorðum, og tað er tann pressan, sum í dag lovprísar sær sjálvari fyri miklan førleika og dirvi.

Fingu viðhald í Landsrættinum

Mikumorgunin fall so dómurin, har kjarnin í málinum var skuldsetingin um, at Jørgen Niclasen, hevði snýtt í tolli. Men tann skuldsetingin var ógrundað, segði landsrætturin, sum tó staðfesti, at skuldsetingin gav onga revsing (?). 

Taka vit so Bjørn á Heygum, advokat, so endurtekur hann skuldsetingina á in.fo: ...dómurin staðfestir, at Jørgen Niclasen hevur snýtt...?!

Sleppur hesin dómurin at standa einsamallur kunnu vit ikki ætla, at grovar skuldsetingar fara at koma í KvF fyri eftirtíðina, tá tað nú er revsifrítt, at skuldseta onnur fyri grov lógarbrot, m.a. fyri at hava snýtt í tolli, og dómurin bara sigur, at hetta var ógrundað. 

Landsrætturin tekur sum givið, at Jørgen Niclasen, er vitandi um, at tollkreditturin er uppsagdur, og tí er vitandi um, at skuldin til landskassan økist. Upplýsingarnir eru helst frá Taks, sum skrivar til Fútarættin, 23. September 1988, at tollkreditturin hjá Niclasen, er uppsagdur 29. Januar 1988.

Trupulleikin her er, at Landsrætturin velur løgfrøðina frá, og hyggur í gandakúluna, sjálvt um tað eisini stendur í skrivinum til Fútarættin, at uppsøgnin av kredittinum er send til deildina hjá Skipafelagnum í Sørvági.

Tað er heilt tíðuligt, at boðini um at kassakreditturin er uppsagdur, ikki er sendur til Niclasen-fyritøkuna, og tí er tað slutur at skriva í úrskurðinum, at Jørgen Niclasen, átti at vita. 

Artikul 10 í mannarættindakonventiónini  gevur  journalistum víðar heimildir, men at slongja runt við skuldsetingum um, at maðurin hevur snýtt í tolli, uttan at føra sannleikaprógv, heimilar artikul 10 als ikki.

Orsøkin er sjálvsagt, at pressufrælsi er undir ábyrgd, sambært EMD.  

Tað er ongin sjálvfylgja heldur, at uppsøgnin av kassakredittinum, 29. Januar 1988 er heimilað í løgfrøðini, tí Niclasens-fyritøkan fær kassakredittin frá landsstýrinum, sum er tann løgfrøðisligi parturin, ið skal uppsiga kredittin. Men tað hendi heldur  ikki.

Tað gongur sostatt ikki, at deildarleiðari hjá Taks uppsigur kredittin, men “gloymir” at fráboða hetta til Niclasen, og tí er tað bara ein partur av trupulleikanum hjá Landsrættinum, at Jørgen Niclasen, ikki er kunnaður um uppsøgnina. Hin parturin er so eisini, at var hann kunnaður um hesa uppsøgnina, kann spyrjast, um  hon so í heila tikið er galdandi, sambært løgfrøðini, tá uppsøgnin ikki er skrivað av sama myndugleika, sum letur kredittin. Nevniliga Landsstýri.

Longu her er landssrætturin út av kós. Eisini er landsrætturin út av kós við Hægstarætt, sum hevur staðfest við dómi í móti Bent Jensen, at hesin søgugranskarin ikki frítt kundi skuldseta  navngivnan persón fyri at vera KGB njósnara. Serliga var lagdur dentur á, at hendan skuldsetingin als ikki kundi góðtakast tá løgreglan/PET, longu hevði verið inn yvir, og valt ikki at rættarsøkja mannin!

Tí bleiv Bent Jensen dømdur, uttan mun til um Landsrætturin frammanundan hevði frídømt mannin fyri grovu ákærurnar.

Tá maðurin ikki var rættarsøktur, var tað eisini ólógligt at koma fram við grovu skuldsetingunum, staðfesti Hægstirættur.

Hetta er júst sami trupulleikin við frídømingini av journalistunum, sum hava endurtikið upp í saman, at Jørgen Niclasen, hevur snýtt í tolli, hóast fútin hevur avvíst at rættarsøkja Jørgen Niclasen fyri at hava snýtt í tolli, tí hesum var grundarlag ikki fyri.

Tá onkur hentleikaløgfrøðingur pástendur í KvF, at munurin millum Bent Jensen-dómin og Jørgen Niclasen, er at landsrætturin staðfestir, at journalistarnir hava prógvað, at Jørgen hevur snýtt í tolli, so er tað sjálvandi ikki rætt, og tað kemur heldur ongastaðnar fram í dóminum undir øðrum formi enn gitingar, tí hetta er tað ØL skrivar í dóminum:

Som følge heraf blev toldkreditten den 29. januar 1988 opsagt.

Men ongastaðnar kemur fram, at Jørgen Niclasen, fekk hetta at vita:

Landsretten finder, at Jørgen Niclasen, der fra den 1. juli 1988 var ansat i virksomheden som sælger, i hvert fald fra sin tiltræden som direktør den 1. september 1989 må have vidst, at  virksomheden havde oparbejdet en betydelig toldgæld som følge af, at den i vidt omfang ikke overholdt reglerne om toldklarering og betaling af told.

“Jørgen må have vidst”, skrivar landsrætturin í dóminum, og tað er hetta “prógv”, sum ikki er serliga álitisvekjandi, og vit kunnu tí í minsta lagið siga, at Landsrætturin ikki hevur annað prógv enn sítt egna “mave fornæmmelse”, og tað eigur ikki at vera nokk.

Í Bent Jensens-sakini, helt hesin søgufrøðingurin seg júst hava prógvað, at tann frídømdi, hevði verið KGB-njósnari, men Hægstirættur góðtók ikki hetta, júst tí PET ikki hevði reist ákæru.

Sostatt er tað sambært mannagongdini hjá Hægstarætti, heldur ikki revsifrítt, at skuldseta Jørgen Niclasen fyri  at hava snýtt í tolli, men hóast hetta, skuldsetti Bjørn á Heygum, verji og advokatur, Jørgen Niclasen, fyri at hava snýtt í tolli, og segði enntá, at dómurin váttaði hetta, tó at júst tann parturin er mortifiseraður og ógildaður í sjálvum úrskurðinum, sum kann lesast á síðu 6.

Tí leggur Landsrætturin eina linju her:

Snýtti í tolli, var jú kjarnin í málinum. Sleppur hetta at standa, so er frítt spæl hjá ávísum journalistum:  Nú fara vit at fáa Bandidos-journalistikk við bæði gafli og knívi, og tað verður sostatt loyvt øllum útvaldum miðlafólki at gera tað sama. 

Rættarskipanin hevur skotið seg sjálva í fótin, men tað var kanska eisini ætlanin. Hvat sigur nú borgarliga helvtin av føroyingum, sum øll vita, hesin politiski dómurin øsur upp, sigur Dan Klein, blaðstjóri, sum sjálvur er dømdur fleiri justitsmorðs-dómar fyri úttalilsir hjá øðrum persónum, sum hann hevur endurgivið við navni, tó at hann, sum journalistur varð noktaður somu verju eftir artkl 10, sum hesi nú frídømdu fingu mikudagin við víðkaðum heimildum at skuldseta  Jørgen Niclasen, fyri at hava snýtt í tolli, uttan at skjalprógva pástandin. 

Eftir hesum dóminum, átti eingin dómur verið feldur í móti mær. 

Men hesin dómurin lyftir væl uppundir grundgevingarnar, sum verða lyftir í bókini, sum verður skrivað, sigur blaðstjórin, og fegnast um, at rættarskipanin soleiðis enn einaferð, framleiddi prógv í móti sær sjálvari.

Soleiðis eydnaðist tað eisini at framleiða ein politiskan dóm, sum fær samfelagið í tvíningar.

Landsrætturin gav einglunum “Licence to Kill”.

Á síðu 7,  lýsir Eivind Jacobsen dómin, sum hann sigur, ikki hongur saman.