Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LIONS CLUB INN Í MÜLLERS PAKKHÚS

Lions Club Tórshavn søkti kommununa um at leiga høli í ovastu hædd í Müllers pakkhúsi til felagsvirksemi og almannagagnlig tiltøk annars. 

Tað er soleiðis, at Lions Club Tórshavn hevur serligan áhuga fyri júst hesum bygninginum, sum felagið um aldarskiftið tók stig til at varðveita. 
 
Lions Club Tórshavn vil – umframt vanliga felagsvirksemið – eisini standa fyri tiltøkum, framsýninginum og øðrum, sum styðjar undir og styrkir ætlanina við Müllers pakkhúsi sum eitt virkið og fjølbroytt mentanarstað og umboðanarhús í býnum.

Gjørt er uppskot til leigusáttmála og samtykt er eisini at endurskoða reglugerðina fyri húsið. Avtalan við Lions varð einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.