Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fegni forsetin í Lions Club Tórshavn, Petur Elias Peteren, við heiðurskjalinum, ið staðfestir, at klubbin er ársins Lions-klubbi

Lions Club Tórshavn heiðraður

Nú økisfundur var í Føroyum um dagarnar, varð Lions Club Tórshavn heiðraður sum ársins Lions-klubbi

Yvir 100 danskir Lions-limir við makum vitjaðu Lions Club Tórshavn, sum var vertur fyri árliga økisfundin, ið fevnir um bæði føroyskar, grønlendskar og danskar Lions-klubbar.

Millum annað varð Lions Club Tórshavn á aðalfundinum tilnevndur ársins Lions-klubbi, sum er ein heiður, ið ikki verður latin á hvørjum ári. – Tí kendist tað sum nakað serligt at fáa heiðurin hesaferð, sigur forsetin í Lions Club Tórshavn, Petur Elias Petersen.

Umframt sjálvan økisfundin, sum var á Glasum, upplivdu donsku gestirnir nógv av tí, Føroyar hava at bjóða, tá ið tað kemur til føroyskan mat, veitslulag og bara tað at síggja okkara vakra land.

Millum annað var borgarstjórin í Havn vertur fyri einum “Get together”-tiltaki í Müllers pakkhúsi, og leygardagin, meðan aðalfundurin, vóru makarnir á ferð og vitjaðu ymisk støð, áðrenn ein biti fekst í Norðurlandahúsinum.

Gestirnir á økisfundinum fingu eisini rundvísing og kunning um Glasir frá Steinbjørn Hardlei, fyrisitingarstjóra, umframt at Hanna Jensen, landstýriskvinna í undirvisingarmálum, greiddi frá um føroysku undirvísingarskipanina. Leygarkvøldið upplivdu gestirnir eina rimmar “føroyska” veitslu í Dansifrøi.

Dagarnar eftir økisfundin vóru tey flestu á skipaðum bussferðum kring oyggjarnar, har tey vitjaðu fleiri støð, vit vanliga vísa gestum.