Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions handaði 75.000 krónur

Sjóndepilin fekk í gjár tveir kekkar, ein upp á 50.000 og ein upp á 25.000 krónur, sum var stuðul frá tveimum Lions-tiltøkum, ávikavist ólavsøkuframsýningini og stórsteypadystunum

Fyrstu stórsteypadystirnir um Lions-bikørini vóru í gjár í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har Kyndil fekk upp í bæði posa og sekk, tí tað eydnaðist felagnum at vinna hjá bæði kvinnum og monnum. Kvinnurnar vunnu 29-26 á Neistanum og menninir vunnu 26-20 á KÍF, so bæði Lions-bikørini eru í varðveitslu hjá Kyndli hetta næsta árið.

Samstundis sum hondbóltskappingin soleiðis varð skotin í gongd við nýggja samstarvinum millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, var eisini høvi til at handa kekkar við nokk so nógvum vælgerandi krónum, ið eru komnar inn við tiltøkum hjá Lions Club.

Í báðum førum var móttakarin Sjóndepilin, ið arbeiðir við at fáa keypt eitt lasertól fyri 250.000 krónur, ið skal gera tað møguligt hjá blindum at virka lutir av ymsum slagi. Tilsamans fekk Sjóndepilin 75.000 krónur frá Lions Club, ið vónandi fara at muna væl, tá tólið skal keypast.

Fyrst vórðu 50.000 krónur frá Lions Club Tórshavn handaðar í hálvleikinum í seinna dystinum, og var tað ágóðin av ársins ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi, og síðani vórðu 25.000 krónur handaðar frá Lions Club í Føroyum, og var tað ágóðin av stórsteypadystunum í gjár.

Fyrireikararnir fegnast um, at tiltakið í allar mátar eydnaðist væl og at nógv fólk komu at hyggja, og tað gevur góðar vónir fyri komandi stórsteypadystum.

Á myndini sæst Niels Nattestad frá Lions Club og umboð fyri Sjóndepilin, sum kekkar og gávubrøv.