Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions heiðrar Dupultkvartettina

Á aðalfundi hjá Lions Club Tórshavn hóskvøldið fekk Dupultkvartettin í Ebenezer heiðurin sum “Ársins borgari”, fyri at hava frøtt ung sum gomul við sínum sangi.

Seinnu árini hevur Lions Club Tórshavn havt ein afturvendandi tátt, sum er at heiðra annaðhvørt ein einstakling, bólk ella felagsskap sum “Ársins borgari”. Soleiðis hava eitt nú Náttarravnarnir, Birgar Johannesen, Ulrike Steuerwald og Jákup N. Olsen fingið henda heiður.

Tá Lions Club Tórshavn hóskvøldið hevði aðalfund, var løtan upprunnin, tá avdúkast skuldi, hvør fekk heiðurin í ár, og bleiv tað Dupultkvartettin í Ebenezer, ið stóð fyri tørni hesa ferð, tí – sum grundgivið verður – at sangararnir í bæði kátum og tungum løtum hava sýnt síni evni.

Teir átta sangararnir komu inn, og Dánjal Joensen, formaður í nevndini, ið velur “Ársins borgara”, kundi handa teimum heiðursskjal, har millum annað verður sagt, at “í mong ár hava teir við sínum fleirraddaða sangi frøtt okkum øll – ung sum gomul.”

Eisini verður í heiðursskjalinum staðfest, at “tað er professionelt snið yvir teimum, tá ið teir standa á palli, lítlum sum stórum, úti ella inni. Og altíð eru teir tøkir, tá ið heitt verður á teir til gamals ella til álvara.”

Dupultkvartettin, sum eisini fær 5.000 krónur saman við heiðrinum, kvitteraði við at syngja fýra sangir, og millum annað greiddi Aleksandur Samuelsen frá, at framvegis eru fimm av teimum sangarunum, sum vóru í upprunaligu manningini, við í Dupultkvartettini, sum í ár hevur 35 ár á baki.