Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til tiltak

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri tiltaki mánakvøldið 28. september kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Eliesari Olsen, serlækni í kirurgi og plastikkirurgi, kemur at tosa um Lymfødem og lipødem sæð útfrá  einum læknaligum sjónarhorni. Tíð verður eisini til hugna, prát og ein drekkamunn.

Tá sjúka rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 28. september kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo