Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatión: Miðnámsskúli á Kambsdali

BYGGING: Klokkan 14 í dag var lisitatión á Landsverki í sambandi við um- og útbygging av Miðnámsskúlanum á Kambsdali. 15 arbeiðstakarar hava bjóðað.

Boðið varð út í fakarbeiðstøkum við møguleika fyri alternativt at bjóða upp á allar arbeiðstøkur í høvuðsarbeiðstøku. 15 arbeiðstakarar bjóðaðu seg fram at gera arbeiði, har av 2 bjóðaðu upp á høvuðsarbeiðstøku.

Lægstu tilboð upp á fakarbeiðstøkur eru hesar:

- Jørð, kloakk, betong- og stálarbeiði: kr. 7.655.000 Búsetur

- HVS og ventilatiónsarbeiði: kr. 2.040.000 Zacharias Leitisstein

- El-arbeiði: kr. 1.036.000 El-trygd

- Timbur-, snikkara-, blikkarbeiði og byggipláss: kr. 9.979.000 Heildarverk

 - Múraraarbeiði: kr. 1.184.000 Almúr

- Gólvarbeiði: kr. 1.086.000 Jim S gólválegging

- Málaraarbeiði: kr. 425.000 Málarameistari Signar á Fríðufløtum

Lægstu tilboð samanlagt á fakarbeiðstøkum (sum omanfyri) var í alt kr. 23.407.000.

Lægsta tilboð í høvuðsarbeiðstøku eigur Heildarverk við kr. 23.761.000.

Metingin fyri samlaðu verkætlanina er kr. 22.891.000

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Um verkætlanina verður sagt, at sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felagshentleikarnar undir einum taki. Sum nú er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum.

Útbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður.