Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatiónsúrslit: Málaraarbeiði

LISITATIÓNSÚRSLIT: Lisitatión í sambandi við útboð av uttandura málaraarbeiði, sum Landsverk hevur um hendi, var á Landsverki 1. mars, 2016. 

Talan er um samanlagt ellivu bygningar í ávikavist Klaksvík, Kollafirði, Tórshavn og í Vági, ið skulu málast. Bygningarnir eru ymiskir í stødd, og eru uppgávurnar sostattt eisini ymiskar. Onkrir heilt stórir bygningar eru, ið tørva eina heildarviðgerð, meðan tað eisini eru smærri uppgávur, so sum vindeygu, ið skulu málast. Málaraarbeiðini vóru boðin út samlað, men tó býtt upp í fimm partar. Hetta fyri at savna og gera útboðið einfaldari. 

Hesi tilboð komu inn:

Málaraarbeiði 
 Virkið
 Pakki 1 Pakki 2 Pakki 3Pakki 4  Pakki 5
 Tórshavn TórshavnTórshavn Klaksvík Suðuroy 
 FA Terje Nielsen     171.760
 Jan Nielsen 199.800  165.500  
 Málarameistararnir Falkenberg 238.000 445.000 129.000 38.000 190.000
 Sp/f Málarin  693.000   
 Sp/f RND  480.000 260.000  
 Málarameistarin Uni Zachariassen 410.000  326.000  
 Sp/f Uni Nielsen 343.000  270.000  240.000
 Tjørná 420.000 655.000 205.000  
 Martin á Nesi     165.810

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini.