Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Litføgur framsýning í Smiðjuni

Ein spennandi málningaframsýning lat upp í Smiðjuni í Lítluvík seinnapartin. Tær kalla seg Køtlum & Kyed og mála myndir í sterkum litum. Flestu málningarnir hava føroysk myndevni. 

Heðin Mortensen setti framsýningina og bar fram eina røðu, ið stendur prentað niðanfyri. 

--- --- ---

Góðu tit øll

Tað er altíð spennandi at koma til framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík. Og tá ið tvey listafólk sýna fram saman – ja, tað ger tað ikki minni áhugavert!

Nú er summar og litirnir í náttúruni eru sterkir og litfagrir. Tí hóskar tað seg eisini væl við eini framsýning sum hesari. Tí her eru málningar við nógvum sterkum litum av motivum, sum vit kenna aftur í okkara nærumhvørvi. 

Anita Køtlum Petersen er vaksin upp á Viðareiði og býr í Danmark. Tað er ikki sørt, at heimlongsul sæst aftur í myndunum. Í øllum førum síggja vit handverk, binding, seyð, ull og tílíkt í málningunum. Hetta verður alt kryddað við spennandi og glaðum litum.

Berit Kyed hevur verið í Føroyum áður, og hetta sæst eisini aftur í fleiri myndum, tí her eru fleiri málningar við íblástri úr tí, sum vit kenna aftur úr okkara gerandisdegi. Her eru landsløg og andlitsmyndir í somu málningum. 

Jú, her er nógv at uppliva. Her eru einir 70 málningar, og tað tekur sjálvandi tíð at mála so nógvar. Tí er tað eisini stuttligt at síggja hesa framsýningina, sum letur upp í dag.

Umhvørvi, vit standa í, er søguligt. Tað var Restorffs Handil, sum bygdi hesa smiðjuna í 1870-árunum. Hon var jarn- og eldsmiðja, og var tað danski smiðurin Niels Jensen, vanliga róptur smed Jensen, sum smíðaði. Smiðjan var bygd vestan fyri býin. Smed Jensen var vónbrotin, at hon stóð so langt frá Havnini, ið tá gekk ikki longri enn niðan á Vaglið. Gríms Kambans gøta varð gjørd hundrað ár frammanundan. Tað vóru menn úr Rybergs handli, sum gjørdu steinsetta breyt úr Havn og út á Runding, har teir høvdu ríðibreyt. Stutt eftir komu ikki færri enn tríggjar aðrar smiðjur í grannalagnum. 

Økið, Úti í Grind kallað, gjørdist sostatt rættiligt smiðjuumhvørvi í eina heila øld við ikki færri enn fýra smiðjum.

Tíðir broytast. Í umleið eina øld, frá seinna parti í nítjandu øld til seinna partin í tjúgundu øld, gingu smiðir og kundar eftir Bøgøtu og Gríms Kambans gøtu. Her kom eisini annað virksemi, til dømis skómakari, bakari og karetmakari umframt handlar og kaffistovan Gamle Danmark. Nú vitja nógv fólk hvørja viku listaframsýningar, sum eru við til at skapa lív í okkara býi alt árið sama við eini rúgvu av øðrum virksemi í økinum.

Tórshavnar kommuna eigur nú gomlu smiðjuna í Lítluvík. Síðani 1977 hevur hon verið nýtt til framsýningarhøli. Hundraðtals listafólk, bæði føroysk og útlendsk, hava sýnt fram síni listaverk.

Henda framsýningin, sum í dag letur upp, er ein góð ímynd av staðnum soleiðis, sum eg havi lýst tað í søguligum høpi. Ágrýtnið, sum sermerkir hesar báðar kvinnur saman við inniliga fokusið á aldargamla føroyska bindi-handverkið. 

Umstøðurnar her inni gera, at tú altíð fært eitt gott prát við listafólkið. Tað er ikki sum á teimum stóru listasøvunum, har tú gongur millum nógv onnur fólk og ongantíð fært orðið á tey, sum hava evnað til listaverkini. Góðar samrøður og áhugaverdar frásagnir eyðkenna Smiðjuna í Lítluvík. Her taka listafólkini sær stundir at práta við okkum, sum koma at fregnast. Tað ger altíð upplivingina viðkomandi og minniliga. 

Her fara uttan iva nógv at leggja leiðina framvið komandi dagarnar, til eitt prát um málningarnar, føroyskan samleika, longsulin heim og uttan iva eisini um mangt annað.

Góða eydnu við framsýningini og alt tað besta.

Takk fyri

Heðin Mortensen