Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lív á trappuni og í Vágsbotni

Dan Klein --- 17.02.2017 - 07:16

Vágsbotnur og trappan eru og verða kraftsentur komandi árini. Hetta var eitt tungt tak, men við treiskni og vilja kom trappan upp at standa. Eitt satt prýði fyri Havnina og ein varði fyri teir, sum hava teknað og framleitt hana. Allir føroyingar hava tikið trappuna til sín, takk fyri tað øll. Hon hevur staðið sína roynd við nógvum stórum tiltøkum, síðan hon varð tikin í nýtslu.

Trappan varð tikin í brúk við góðari móttøku frá øllum Føroya fólki. Voxbotn hevur ríkað alt økið við góðum tónleiki og nógvum fólki úr øllum Føroyum. Nógvar góðar fótbóltsløtur hava verið, serliga tá Ísland spældi í EM. Trappan er tí víðakend yvir alt Ísland og úti í heimi.
 
Vit bjóðaðu drottningini oman á trappuna. Tað var hon sera glað fyri, tað sama má sigast um mannamúgvuna, sum møtti til hátíðarløtuna. Øll eiga trappuna, og bæði eysturoyingar og klaksvíkingar hava havt hana til láns.

Nú vetrarmánaðirnar hava Mortan Johannesen og Carl August Arge, umframt Sjógæti og onnur, hildið lív í Vágsbotni við teirra framúrskarandi ídni og áhuga at geva okkum havnarfólki góðar og frískar vørur úr sjónum. Og ikki at gloyma tær væl vitjaðu matstovurnar eins og kaffistovur, handlar og virkir, sum eru har rundanum.

Og nú kemur várið, og lýðkan er í nánd. Tá koma alt fleiri og fleiri á trappuna at bjóða várinum vælkomnum.

Hetta gleða vit okkum til og fegnast áhaldandi um, at trappan bleiv til veruleika.

Heðin Mortensen