Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lív aftur í Vága Tjóðveldisfelag

Vága Tjóðveldisfelag hevði eykaaðalfund í Beitishúsinum í Miðvági týskvøldið, har nýggj trý-mannanevnd varð vald at standa fyri eini endurreisn av felagnum, sum hevur verið rættiliga óvirkið seinastu árini.

Nevndin, sum skipaði seg beinanvegin eftir fundin, er soleiðis mannað: Sølvi Simonarson, Miðvági, er formaður, Páll Ólavsson, Vatnsoyrar, er kassameistari, og Maria Jacobsen, Sandavági, er skrivari og aðalstjórnarumboð. Eykalimir eru Tórur Hansen, Sandavági, og Hendrik Olsen, Sørvági.

Fram til næsta regluliga aðalfundin, sum verður í desember ella januar, skal nýggja nevndin millum annað gera uppskot til dagførdar viðtøkur fyri felagið og eisini skipa fyri ymiskum aktivitetum.

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag hevur fingið sum bundna uppgávu at gera felagið virkið aftur og fáa dagført viðtøkurnar. Frá vinstru eru tað Maria Jacobsen, skrivari, Sølvi Simonarson, formaður, og Páll Ólavsson, kassameistari.