Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LÍV mælir frá at fremja skaðapolitikk á pensjónsøkinum

Hetta kemur fram í skrivi, sum nevndin í LÍV hevur sent løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.

Til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

og

Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.

Ognarfelagið Lív gjørdi í vár avtalu við landsstýrið um at fáa avhent helmingin av Lív, samstundis sum samstarvað varð um at tryggja felagnum ein sterkan strategiskan partnara, so Lív kundi førast víðari sum eitt lívsført og kappingarført felag, ið megnaði at draga eftirlønaruppsparing til Føroya, sum í dag fer fram uttanlands.

Tað, sum nú er upp á tal í teimum samráðingum um samgongu, sum løgmaður og landsstýrismaðurin taka lut í í hesum døgum, nevniliga at taka skatt av inngjøldum til eftirløn heldur enn av útgjaldinum, inniber, at tað verður eingin møguleiki yvirhøvur at bjóða seg fram í kapping við útlendskar veitarar. Fer ein góður triðingur burtur av inngjaldinum, vil útreiðsluparturin upp á seg koma at viga munandi tyngri. Útreiðsluprosentið er ein týðandi parametur í kappingini, samstundis sum at tað minkar um ta peningamongd, sum skal vera avkastberandi. Eitt felag við hægri útreiðsluprosenti og harvið eisini verri útlitum fyri líkinda avkasti vil hava lítlar og ongar møguleikar í kappingini um eftirlønaruppsparingarnar.** Ognarfelagið Lív undrast tí stórliga á, at tann parturin, sum vit og ein banki gjørdu avtalur við fyri fáum mánaðum síðani, nú vil taka stig til at broyta fortreytirnar fyri handlinum, áðrenn hann er endaliga avgreiddur.

Samstundis mugu vit ávara um, at verður gjørt álvara av at taka skatt av inngjøldum til eftirlønaruppsparing, kann tað gerast eitt banahøgg hjá teimum feløgum í Føroyum, sum í dag bjóða eftirlønartryggingar.

Útlitini fyri, at eftirlønaruppsparingar í feløgum sum Lív verða skattað ikki bara við inngjaldi, men møguliga eisini við útgjaldi, vilja gera, at fakfeløg broyta teir sáttmálar, sum í dag tryggja limunum eftirløn í feløgum sum Lív, Betri Pensjón ella pensiónskassa í Danmark, so teir fáa henda pening útgoldnan sum vanliga løn.

Tí uppsparing kann fara fram upp á fleiri mátar, og summir teirra verða ikki raktir av skatti. Vit síggja til dømis aðrastaðni, har politikarar umhugsa at avmarka frádráttir fyri inngjøldum til pensjón, at fólki verður mælt til heldur at gjalda niður skuld í húsum teirra.

Afturat hesum kemur, at útlitini hjá dagsins eftirlønaruppspararum minka fyri at fáa lut í fólkapensjón og útgjøldum frá Samhaldsfasta, tá ið máað verður undan framtíðar skattainntøkum landsins. Hetta samstundis sum at fakfeløgini eru vitni til, at aðrir samfelagsbólkar, summir við høgum inntøkum, ið hava uppsparing í fastari ogn, á ongan hátt eru avmarkað frá hesum samfelagságóðum.

Eingin kann tí vænta, at fakfeløg framhaldandi vilja medvirka til eftirlønaruppsparing í feløgum sum Lív, verður gjørt álvara av at skatta eftirlønir við inngjaldi.

Havandi hesar avleiðingar í huga mugu vit staðiliga mæla løgmanni og landsstýrismanninum frá at medvirka til at seta slíkan skaðapolitikk í verk.

Vegna nevndina,

vinarliga

Jógvan Mørkøre