Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alma á Lava úr \\"Ráðnum fyri námsfrøðilesandi\\" bjóðaði vælkomin.

Lívligt kjak á valfundi

Luttøkan var ikki stór, men tey, sum møttu til valfundin í Læraraskúlahøllini høvdu nógv upp á hjarta og nógv at spyrja um. 

Nú styttist til aðalfundin hjá Pedagogfelagnum, og hóskvøldið skipaði ”Ráðið fyri námsfrøðilesandi” fyri valfundi í Læraraskúlahøllini.

Uppmøtingin var heldur løk, men tað forðaði ikki fyri einum góðum valfundi við lívligum kjaki og nógvum spurningum.

Serliga rúmd fingu lønarstøðan hjá námsfrøðingum og námsfrøðiútbúgvingin.

Øll vóru samd um, at námsfrøðingar sjálvsagt eiga at fáa eins nógv í løn, og fólk á øðrum starvsøkjum á sama útbúgvingarstigi fáa. Námsfrøðiútbúgvingin er í dag ein bachelor-útbúgving á sama stigi sum eitt nú læraraútbúgvingin, men námsfrøðingar fáa gjøgnumgangandi væl minni í løn enn lærarar. 

Valevnini vórðu tráspurd um, hvussu tey vildu bøta um støðuna, og um, hví námsfrøðingar hava so torført við at hála seg upp eftir lønarstiganum. Eitt boð upp hetta var, at námsfrøðingar brenna so nógv fyri sínum faki, at teir verða verandi í tí, sama hvussu løn og arbeiðsumstøður skikka sær.

Løn og útbúgving
Torført var at fáa eyga á stórvegis ósemjur millum valevnini um týðandi spurningar, men í spurninginum um, hvørt námsfrøðingar við bachelor-prógvi eiga at fáa meira í grundløn enn námsfrøðingar við gomlu útbúgvingini argumenteraði onkur tó fyri hesum sjónarmiðnum. Tey flestu hildu grundleggjandi, at munur ikki skuldi vera á lønini grundað á slagið av námsfrøðiútbúgving, tó so at betri løn til bachelorarnar kann hugsast at vera ein máti at lyfta alt lønarlagið hjá námsfrøðingunum.

Øll valevnini vóru samd um, at grundlønin innan dagstovnaøkið og serstovnaøkið eigur at vera hin sama. Í dag er eitt lønarstig meira fyri tey sáttmálasettu innan serstovnaøkið í mun til dagstovnaøkið. Ein endurskoðan og umskipan av námsfrøðiútbúgvingini stendur fyri framman, og kjakið hesum viðvíkjandi snúið seg mest um longdina á praktikktíðini. 

Tey flestu vóru samd um, at praktikktíðin sum er er alt ov stutt til at menna eina trygga gerandisfatan á arbeiðsplássinum, og avleiðingin er, at nýútbúnir námsfrøðingar ofta eru meira ivandi í teirra arbeiði. Onkur stúrdi tó fyri, at tey, ið hava hug at granska, kanska fara at vraka námsfrøðiútbúgvingina, um fakliga teoretiska støðið verður lækkað til frama fyri longda praktikktíð.

Stríðsval
Á aðalfundinum verður formansval, og tríggir limir skulu hesaferð veljast í nevndina – tveir fyri trý ár og ein fyri eitt ár.

Maud Wang Hansen, sitandi forkvinna, stillar upp aftur, og mótvalevni til formanssessin er Jógvan Philbrow, fyrrverandi næstformaður, sum í fjør summar tók seg úr nevndini í ótíð.

Til nevndina eru fimm valevni til teir tríggjar tøku sessirnar. Irdi Lið Gaardlykke, hjálparfólk, situr í nevndini frammanundan og er tryggjað afturval, tí hon er einasta hjálparfólk, sum stillar upp, og sambært lógum felagsins skal eitt nevndarumboð vera hjálparfólk. Hini, ið stilla upp, eru námsfrøðingar, og tey eru Nikkil Heinesen, Gitta av Kák, Marjun Eltør Petersen og Sabina Poulsen.