Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lívsgleðin í hásæti í Nólsoy

- Tað er staðfest so mangan, at nólsoyingar eru víðagitnir fyri góðan vertskap. Vit síggja eisini, at ovastevnan er øðrvísi enn aðrar stevnur. Her búgva fólk, sum hava ans fyri mentan og her ganga mentan og trivnaður hond í hond. Her skal gesturin kenna seg vælkomnan, her er hugnin og lívsgleðin í hásæti, segði Annika Olsen, borgarstjóri m.a., tá hon í dag setti ovastevnuna í Nólsoy.

Setanin var undir Mikkjalsveggi kl 14 og Annika Olsen segði m.a. soleiðis:

Góðu nólsoyingar, góðu gestir!

Nólsoyggin hevur hugtikið mangan føroying við sínum gátuføri, vakurleika og ríkidømi. Sum smádrongur hugleiddi William Heinesen eisini um oynna, har hann úr loftsvindeyganum sá Borðina og ímyndaði sær, at við vitan sum stóð og bleiktraði, endaði heimurin. Hetta lat hann seinni í eitt listarligt skap í skaldsøguni ”Tornið við heimsins enda”.

Í dag er tað ein serligur heiður fyri meg at fáa høvið at seta Ovastevnuna, tí úr mínum loftsvindeyga hava vit, síðani vit keyptu húsini hjá okkum á Brobbersgøtu, notið útsýnið yvir hesu fantastiska vøkru oyggj og tikið óteljandi myndir av oynni, har sólin altíð skínur.

Oyggin hugtekur okkum øll og dregur okkum til sín, og gleðiligt er at síggja virkisfúsar ungar familjur nú leita sær til oynna at búleikast og finna nýggjar vinnuvegir við teimum ríku náttúrumøguleikunum, sum oyggin hevur at bjóða.

Oyggin sjálv hevur givið íblástur til eitt ótal av listafólki, og góðar gávur innan sang, kvæði, sjónleik og frásøgukynstur hava verið eitt eyðkenni fyri nólsoyingar.

Lutfalsliga man Nólsoyggin í yvirmát hava fostrað evnarík fólk innan fleiri mentunarøki. Og mentanarliga felagslívið í oynni er framvegis ein fyrimynd fyri onnur.

Í grindavísuni sigur Christian Pløyen tiltiknu orðini, at "Nolsinger kan man lide på, de tiden ej monne spilde;". Fyri mær gekk eisini sjón fyri søgn í seinastu grindini í Sandagerði, at nólsoyingar fult og heilt vóru at líta á og vóru álitismenn burturav í grindarakstri og –drápi - og enntá finningarhvalurin fall eisini í teirra lut.

Amtmaðurin helt eisini, at nólsoyingar ikki spiltu tíðina burtur. Tað kundi hann eisini hava rætt í - og ein sovorðnan dag sum í dag spillir ongin tíðina burtur, nú vit njóta seinastu summarstevnuna á árinum við eini fjølbroyttari og hugnaligari skrá.

Eg síggi í hagtølunum fyri ovastevnuna, at fyri nøkrum árum síðan varð mett, at tað ta einu løtuna vóru fleiri enn 4.000 fólk í oynni.  Førdu vit lutfallið yvir á ólavsøkuna, so hevði hetta svarað til, at 400.000 fólk vóru á ólavsøku í senn. Tá hevði verið trongt í Havn.

Men í Nólsoy er á ein ella annan løgnan hátt pláss fyr øllum. Her er hjartarúmd, húsrúmd og ovmikið av gestablídni til øll.
---
Ovastevnan er øllum kunnugt uppkallað eftir navnframa bygdamanni tykkara Ova Joensen, sum einsamallur róði við Dianu Victoriu til Keypmannahavnar.

Vit kenna øll søguna um lyfti hansara, at eydnaðist túrurin, so vildi hann royna at fremja eitthvørt vakurt og gott tiltak fyri heimbygdina.

Í dag  stendur Ovastevan eftir sum ein vakur viti og minnisvarði yvir Ova, og hvat kann vera meiri vakurt enn at fáa savnað so stóra mannfjøld til oynna, at merkja fløvan av hvørjum øðrum, gleðina og blíðskapin, jú vist er tað eitt vakurt endamál í sær sjálvum og nólsoyingar eiga rós og takk uppiborna fyri hesa stórfignu stevnu.
---
Ovastevnan er líkasum prikkurin yvir i'ið, nú allar summarstevnunar og flestu festivalarnir eru farnir afturum.

Skráin á ovastevnuni er stuttlig og ikki so lítið øðrvísi enn á øðrum summarstevnum.

Onga aðrastaðni kanst tú uppliva svimjitreff á Malarenda, rennikapping á Træbrúgv, pyntaðar trillubørur, plantutúr við Disu, grýturætt frá Fríðu, svimjing um Nólsoyarfjørð, fótbóltsdyst millum B36 old-girls og heilsufótbóltin og kabarettina "Sofan hjá Cobu" - fyri bara at nevna nøkur stuttlig ting.

Harumframt er hópur av stuttligum tiltøkum - og tað er heilt vist, at ongum tørvar at keða seg, sum komin er í oynna.

Stevnan verður uppaftur stórbærari av, at hon verður løgd saman við regatta'ini og nú um eina løtu kemur regattain í oynna, og tá kemur uppaftur meira lív í.

Kvøldið sær spennandi út við øllum frá Frelsunarherinum, nátturðasangi og felagssangi á keiini, føroyskum dansi í Avhaldshúsinum og dansi í bæði Royndarhúsinum og í tjaldinum á keiini.
--
Seinastu 12 árini hevur Nólsoyggin verið partur av Tórshavnar kommunu. Regluligir borgarafundir og staðbundna nevndin skulu tryggja eitt gott og gevandi samstarv. Vit vilja vit virka fyri, at oyggjarnar kring Havnina, Nólsoyggin, Hestoyggin og Koltur - okkara perlur - skulu røkjast væl.

Vit ynskja eitt tætt og gott regluligt ferðasamband til oyggjarnar, hetta fyri at møguleiki skal vera fyri at búleikast í oyggjunum og samstundis starvast í Havnini.

Tað skal vera møguligt at røkja starv, taka útbúgving og fara til frítíðarítriv, hóast tú býr í Nólsoy.
Sum kommuna ynskja vit eisini at tað skal gerast møguligt at seta búgv í Nólsoy, og tí eru vit farin undir at fáa til vega grundstykkir fyri ein sámuligan  kostnað.

Áhugin fyri Nólsoynni er vaksin nógv seinastu árini. Nógv fólk vitja í oynni - summi halda ovnógv, onnur halda at vitjanirnar kundu verið betur skipaðar. Men oyggin hevur so nógv at bjóða, at tað er púra náttúrligt, at barnagarðar, skúlar og ikki minst ferðafólk vitja oynna í hópatali.

Nólsoyggin er vorðið eitt alsamt meiri spennandi ferðamál, og gleðiligt er at síggja, hvussu væl tað er skipað, eitt nú kunningarstovu, og tey spennandi tilboð, ið verða boðin ferðafólkunum.
---
Tá Sameindu Tjóðir fyri nøkrum árum síðan lýstu eitt lívfrøðiligt margfeldisár, fall tað borgarstjóranum í kommununi í lut at verða verji hjá drunnhvítanum. Henda uppgáva skal takast í álvara og gevur sjálvandi eitt innlit í og ein møguleika til at fylgja við, hvussu lívfrøðiliga støðan til eina og hvørja tíð er.

Tað er staðfest so mangan, at nólsoyingar eru víðagitnir fyri góðan vertskap. Vit síggja eisini, at ovastevnan er øðrvísi enn aðrar stevnur. Her búgva fólk, sum hava ans fyri mentan og her ganga mentan og trivnaður hond í hond. Her skal gesturin kenna seg vælkomnan, her er hugnin og lívsgleðin í hásæti.

Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu og lata okkum í ein veitsluham og njóta hugnan og tann góða stemningin og felagsskapin saman við tykkum nólsoyingum.

Eg skal vegna alt Tórshavnar býráð takk atykkum fyri gott og gevandi samstarv og ynskja okkum øllum eina góða stevnu.

Og við hesum orðum lýsi eg ovastevnuna 2017 at vera setta.

Undir Mikkjalsveggi 5. august 2017

Annika Olsen, borgarstjóri