Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lívsgóðska og fakligheit mugu taka lógvatak

Havi lisið grein í Sosialinum frá fríggjadegnum 12. September 2014 um eina familju, sum ikki verður tikin í álvara av Almannaverkinum. Sama familja var eisini at lesa um í blaðnum tann 15. juli í ár.

Tað er altíð hugstoytt at síggja familjur, ið sum eina seinastu loysn kenna seg noyddar at leggja allan sín gerandisdag og sínar sárbarastu síður út í almennu miðlarnar. Eg veit at tað stendur nógv á, tá ein mamma fer alment út við tí avmakt og eyðmýking, hon upplivir av ikki at vera tikin í álvara.

Tíverri síggja vit hetta ferð eftir ferð og hvørja ferð, so endar onkur av greinunum við, at støðan nú verður broytt uppá eitt eygablikk. Eg seti tó spurnaðartekin við, hví Almannaverkið ikki tekur hond um veruliga trupulleikan heldur enn at royna at finna eina lætta loysn her og nú. Eina loysn, sum eftir mínum tykki bert gevur nakrar aðrar trupulleikar í skipanini.

Tað særir mítt hjarta og tað stoytir mína fatan av almennu skipanini, sum skal verja borgarar í okkara landi, at tað er upp til mammuna at finna eina loysn til sonin, so hon og maðurin kunnu passa sítt arbeiði og soleiðis, at drongurin fær ein virðiligan og góðan gerandisdag. Familjan sigur seg hava tørv á einari skipan, har sonurin kann vera, áðrenn hann skal til arbeiðis á verkhúsinum Virkni, og tá Virkni annars er stongt. Lesi, at mamman sjálv hevur roynt at spurt seg fyri í ymiksum sambýlum, men at tað er ikki pláss fyri einum persóni aftrat nakrar staðni, tí bert eitt starvsfólk er til arbeiðis.

Fyri tað fyrsta haldi eg, at tað er sera ábyrgdarleyst av almennu skipanini ikki at bjóða familjuni at finna eina loysn til unga dreingin, sum tænir bæði honum og foreldrunum.

Fyri tað næsta er tað ræðandi at lesa, at bert eitt starvfólk er til arbeiðis á einum sambýli, tá allar mest er at gera. Tað eigur ikki at vera so; starvsfólk og búfolk hava tørv á góðum umstøðum og eiga ikki at vera so pressað, sum ein kann ímynda sær, at tey eru. Eitt pressað starvsfólk er í vanda fyri at útvikla ótryggleika og strongd og tað tænir hvørki starvsfólkinum ella búfólkunum og als ikki samfelagnum, tí tað kann sanniliga gerast kostnaðarmikið.

Tað kann tykjast lætt at broyta upplatingartíðirnar á einum stovni sum Virkni, men tey, sum kenna til virksemi har og á hinum verkstøðunum í landinum, vita, at tað ber ikki til at útinna tað arbeiði, sum har verður gjørt, uttan tíð til at fyrireika og tilrættisleggja dagin fyri tey mongu, sum koma til arbeiðis og viðgerð har. Heldur ikki ber tað til at taka einasta starvfólkafundin frá starvsfólkunum. Alternativið er, at tey mugu halda starvsfólkafund og fyrireiking eftir arbeiðstíð, og tað kostar Almannaverkinum enn meira. Tað er alneyðugt, at fakligheitin og arbeiðsumstøðurnar á stovninum verður tikin í størsta álvara.

Lívsgóðska og fakligheit mugu ganga hond í hond í Almannaverkinum.

Fyri familjuna í greinini snýr tað seg um at fáa eina virðiliga loysn fyri sonin og tað vóni eg at Almannaverkið, skjótast gjørligt tryggjar teimum. Ikki bert viðvíkjandi upplatingartíðum, men við einum fakligum sosialpedagogiskum tilboði til dreingin.

Almannaverkið eigur at tæna borgarunum, og starvsfólkini í skipanini eiga at vera talsfólk fyri teir borgarar, sum tørva hjálp. Tað gongur ikki, at familjur og eintaklingar missa bæði arbeði, svøvn og lívskvalitiet, meðan tey leita eftir røttu vegleiðingini og røttu hjálpini.

Tað eigur at vera eins lætt at hjálpa einum menniskja við serligum rættindum, sum at rinda eina rokning. Ein mannagongd má vera fyri, hvussu vegleiðingin og hjálpin skal fara fram, og tað eigur ikki koma sum ein skelkur á skipanina, hvørja ferð ein borgari, sum tørvar seriga hjálp og stuðul, fyllir 18 ár.

Familjan skal sleppa at vera familja og eiga gerandisdagin við tí stríðnum og teirri gleði, sum tað er at hava børn ella avvarðandi við serligum tørvi og harvið serligum rættindum, meðan skattgoldna, almenna skipanin við síni serfrøði eigur at finna bestu loysnina fyri borgaran. Gongdin við, at hesar familjur velja at flyta av landinum, er ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, serliga tá orsøkin er tann, at familjan ikki fær røttu hjálpina ella stuðulin til barnið, og serliga tá tíðin ikki arbeiðir fyri, men ímóti.

Maud Wang Hansen

forkvinna í Føroya Pedagogfelag