Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LOA-grunnurin framsýning í Norðurlandahúsinum

Mikudagin 11. januar kl. 16.00 letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við plansjum av byggiverkætlanum, sum danski Lokale- og Anlægsfonden hevur stuðlað. Lokale- og Anlægsfonden varð stovnaður í 1994, og hann hevur til endamáls at játta stuðul til byggiverkætlanir við peningi frá donsku tippingini.

Endamálið er at hækka arkitektonisku dygdina og at eggja til nýhugsan, tá ítróttarhallir, skótahús, mentanarhús og frítíðarstøð verða bygd. Millum annað hevur grunnurin latið stuðul til havnabaðistaðið í Keypmannahavn, Ítróttar- og mentanarhúsið Norðkraft í Aalborg og DGI-húsið í Århus.

Síðan 1994 hevur grunnurin játtað meira enn 1 milliard krónir. Í august í fjør játtaði grunnurin stuðul til nýggja skótahúsið í Runavík, og hetta er fyrsta verkætlanin í Føroyum, sum hevur fingið stuðul úr grunninum. Á framsýningini verða vístar plansjur av teimum mest sermerktu verkætlanum, sum grunnurin hevur stuðlað.

Talan er um ítróttarhús, mentanarhús og frítíðarstøð á einum sera høgu arkitektoniskum stigi. Framsýningin er opin frá 11. til 27. januar í Norðurlandahúsinum. Opið er gerandisdagar millum kl. 10 og 17 og sunnudag frá kl. 14-17. Kunning, annars eru verkætlanir og møguleikar, um stuðul v.m. sæst á www.loa-fonden.dk.