Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LOFTBRÚGVIN: UMSÓKNARFREIST 28. FEBRUAR

Tey fyrstu listafólkini hava fingið ferðastuðul, og til ber at søkja loftbrúnna um ferðastuðul hvønn mánaða. Næsta umsóknarfreist er nú leygardagin 28. februar 2015, og longu 3. mars verður greitt, hvør fær stuðul.

Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna samstarva um hesa skipan, hvørs yvirskipaða mál er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla listafólkum við loftvegis flutningi til útlond og aftur.

Tað er umráðandi at søkja í góðari tíð. Fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir umsóknarfreistina. Umsóknir um stuðul til ferð frá uml. 7. mai ella seinni skulu sostatt sendast loftbrúnni í seinasta lagi 31. mars 2015.

Treyt er, at ferðin byrjar úr Føroyum, og at umsøkjarin ella bólkurin skal framføra ella sýna fram uppruna føroyskt og/ella egið tilfar á tiltaki ella verkætlan uttanlands.

Stuðulstreytir, umsóknarskjal og umsóknarfreistir eru at finna á loftbrugv.fo. Umsóknarskjalið við øðrum viðfestum skjølum verður sent beinleiðis um heimasíðuna.

Eru ivamál, ber altíð til at fara inn á heimasíðuna at kunna seg nærri ella senda fyrispurning til loftbrugv@loftbrugv.fo .

Hesi fingu stuðul í januar 2015:
Guðrið Hansdóttir, konsertferð til Týsklands
Byrta, konsertferð til Íslands
Norðan v/Angeliku Nielsen, konsertferð til Týsklands
Marius, konsertferð til Týsklands
Týr, konsertferð til Danmarkar
Kingobólkurin, konsertferð til Danmarkar
Eivør v/bólki, konsertferð til Týsklands og Sveis
Finnleif Mortensen, málningaframsýning í Danmark
Teitur, konsertferð til Danmarkar, Noregs, Svøríkis og Finnlands
Skansabigband, konsertferð til Íslands