Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LÓG Á SETRINUM ALMENNUR FYRILESTUR Á FRÓÐSKAPARSETRINUM

Mándagin 28. november 2011 kl. 12:00 til 13:00 heldur Gísli Tryggvason ið er íslendskur brúkaraumboðsmaður – talsmaður neytenda – fyrilestur um íslendska brúkaravernd.

Fyrilesturin er á donskum og fer serliga at snúgva seg um tær avbjóðingar hjá smáum londum at samtykkja og síðani fremja verndarlóg.

Fyrlesturin er á 4. hædd á Søgu- og samfelagsdeildini ið bjóðar ein breyðbita afturvið Gísli er sera royndur løgfrøðingur, hevur lisið bæði í Danmark og Íslandi umframt styttri skeið í øðrum londum, hann er royndur advokatur og hevur ment fak á setursstigi, umframt at umstøðum.

Fróðskaparsetrið hevur seinnu árini ment røð av fakum, serliga á masterstigi, ið verða góðkend sum partur av cand. jur. og øðrum líkum námum aðrastaðni, umframt at ætlanin er at skipa sjálvstøðuga hann hevur verið fólkavaldur limur í ráðnum – stjórnlagaráð – sum í summar lat frá sær uppskot um nýggja íslendska stjórnarskipan.

Sum talsmaður hjá brúkarum í Íslandi hevur Gísli skyldu til at tala sak brúkaranna og vera við at tulka og menna brúkaralóg í ymsum tættum og undir ymsum masterútbúgving í føroyskum lógkunnleika. Flestu lesandi taka tó ymsu fakini sum eftirútbúgving eftir tørvi.

Í vár verða vælumtókta grundkeiðið í lóg (á bachelorstigi) og føroysk fyrisitingarlóg (á masterstigi) boðin út. Á heysti 2012 vóna vit eins og í 2011 at kunna bjóða fleiri fak, so til ber at lesa fulla tíð á Fróðskaparsetrinum. Til ber eisini at fáa vegleiðing at skriva serritgerð.