Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lógarbrotið hjá løgmanni

Onkur er sannførdur um, at verður málið reist í løgtinginum, so verður løgmaður koyrdur frá, men tað er ikki ein sjálvfylgja, tí andstøðan uppfyllir ikki sjálv minsta kravið um moral, og heldur ikki tað hevur týdning at tann parturin av tingsalinum, hevur logið.

Dan Klein,
journalistur,
greinar 
politisku 
støðuna í 
Oyggjatíðindi
17. juli 2015:

Tá ið vit leggja moralin hjá andstøðuni, og pressuni á blokkin, skulu vit skunda okkum at siga, at í hesum málinum er tað kortini bara Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum skulu vigast av løgtinginum.

Kortini er tað okkara áskoðan, at veljarafjøldin hevur krav uppá hvar ta moralska støði hjá tingfólki liggur generelt, tí tað er júst veljarafjøldin, ið krevur at skilja tað rætta í, at sera álvarsamar avgerðir verða tiknar í løgtinginum.

Løgmaður hevur, sambært Gammeltoft, ikki givið givið løgtinginum rættar upplýsingar. Summi siga, at hann hevur logið.  Hvussu hendan niðurstøða  verður orðað, veldst um tempramang, men útgangsstøðið má vera, at landsstýrismenn, og løgmenn, ongantíð klára frísak við ikki at siga sannleikan fyri  løgtinginum.

Men tað er eisini skerpandi, at kanningin vísir, at løgmaður hevur brotið lógina við beroddum huga. Tað er í sjálvum sær álvarsamt.

Men bæði landsstýrismenn og løgmenn, hava logið fyri løgtinginum fyrr. Sumir grovt, aðrir minni grovt, uttan at hetta fyrr hevur fingið álvarsamar avleiðingar. Ongantíð hevur sjálv lygnin verið eitt tema fyri orðaskiftinum, men heldur partur av samskiftinum, sum so bara er farin aftur við borðinum, kanska við einari átalu frá formanninum, um hesin hevur loftað tilburðinum.

Hóast vit fyrr hava havt kanningar av sama slagi, so hava hesar kanningar ikki verið kendar fyri at hava lagt tey spor eftir seg, sum kunnu brúkast, sum “manualur” fyri líknandi sakum, og tí hava vit ikki kunnað upparbeitt eina siðvenju á økinum.

Gammeltoft-kanningin var dýr, men hon er ein “gimsteinur” á leiðini, at tryggja fólkaræði, og tí ein góður manualur, ella vegvísari.

Men  var lógarbrotið hjá løgmanni grovari, so vildi tað verið meira átiligt fyri veljarafjøldina, at  hann varð koyrdur  úr starvinum beinanvegin, uttan mun til aðrar umstøður.

Prinsipielt eiga øll at halda,  at løgmaður, við ikki at siga sannleikan, hevur kvalifiserað seg til at verða koyrdur úr starvinum, men kortini eru avgerandi umstøður, sum gera, at hetta kanska ikki politiskt/takitiskt er rætt her og nú, soleiðis sum umstøðurnar eru, og kanningin vendir.

Við kanningini hava vit fingið eitt gott amboð:  

Vit hava fingið at vita, hvør hevur sagt ósatt, og hví lógin um “Ábyrgd landsstýrismanna” er brotin, at tað ongantíð er rætt at fjala upplýsingar fyri løgtinginum, og at ein løgmaður altíð – uttan mun til ráðgeving, átekur sær ábyrgdina , sum løgmaður.

Hesin boðskapurin er neyðugur at fáa felt niður. Fyrst og fremst fyri at kunna um hvør leikluturin er hjá einum løgmanni, og landsstýrismonnum, og hvør avleiðingin kann verða, um lógin verður brotin.

Haraftrat er neyðugt, at løgtingið gevur eina  ábending um, hvussu ótrúliga átrokandi tað er, at embætisverið verður styrkt, tí tað er ikki líkamikið hvussu ein landsstýrismaður ella ein løgmaður verða ráðgivnir. Tá alt kemur til alt, er oftast talan um leikfólk við ótrúliga stórari ábyrgd.

Men við Gammeltoft-kanningini vita øll hvat ikki var  loyvt í tunnilsmálinum, men tað gav eisini upplýsingar um, hvat ikki var ólógligt, og at eftirtíðin kann læra av hesum.