Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løggan hevur lítið og onki at halda um

Tað munnu ikki vera nógv í hesum landinum, sum trúgva uppá, at løgreglan hevur nakað avgerandi prógv í málinum um Pidda. Sannlíkt er, at Einglapressan fær hesa lítið blóðugu søguna fyri at kyrra og øsa almenningin, men mest av øllum fyri at fáa varðhaldsfongslingina av Kroatanum longda. Tað skal rætturin taka støðu til í morgin.

Nú hava fleiri vitnir sagt seg hava sæð Pidda leygardag, men løggan heldur fast uppá, at hann bleiv dripin fríggjadag.

Tá ið løggan ikki vil rætta inn eftir vitnunum, so hava tey svørtu helst ein fabrikeraðan leist, sum tey halda seg til.

Trupulleikin hjá løgguni er, at onki prógv er fyri, at Piddi er dripin ella deyður. At sagt verður, at blóð er funnið av Pidda í Norðoyatunnlinum er ikki tað sama, sum at Kroatin kann linkast til hendan blóðplettin. Hetta ger, at verjin, Annfinn Vitalis Hansen, hevur eina sterka sak í morgin, og átti at fingið klientin leysan.

Løggan hevur lítið og onki at halda um í hesum málinum.