Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løggilding hjá grannskoðarum verður tikin aftur

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur gjørt av at staðfesta avgerðina hjá Skráseting Føroya um afturtøku av løggildingum hjá grannskoðarum í sokallaða grannskoðaramálinum.

Tað merkir, at løggildingarnar hjá grannskoðarunum verða tiknar aftur. Tó verður eitt ára frestin hjá fýra av grannskoðaranum at taka lógarásettu próvtøkuna longd til trý ár. Grundgevingin fyri longdu frestini er, at løgmaður metir, at próvtøkan kann væntast at verða á so høgum stigi, at rúmari fyrireikingartíð krevst enn hon, Skráseting Føroya hevur ásett.

Løgmaður hevur somuleiðis heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at tryggja, at Skráseting Føroya kannar, hvørt løggildingin hjá grannskoðaranum við norskari løggilding skal takast aftur. Hetta tí, at Løgtingsins umboðsmaður í síni frágreiðing dagfest 2. november 2010 sigur, at avgerðin hjá Skráseting Føroya um at tilnevna nevnda umsøkjara er tikin á einum skeivum grundarlagi.