Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður á fund við altjóða olympisku nevndina

Løgmaður fer í vár á fund við forsetan í IOC, altjóða olympisku nevndini. Tann 31. oktober í 2014 sendi løgmaður skriv til Thomas Bach, forseta í IOC, við einari umbøn um fund. Partarnir hava nú avrátt at hittast.

Tað hevur løgmaður millum annað svarað Gunvør Balle, tinglimi hjá Tjóðveldi, í einum skrivligum § 52a fyrispurningi.

-Eg fari á fundinum við Thomas Bach at greiða frá føroysku støðuni og okkara góðu grundgevingum fyri, at Føroyar eiga at fáa limaskap í IOC. Fundurin er ikki ásettur enn, men Løgmansskrivstovan roynir at fáa fundin í lag sum skjótast, serliga tí tað nú er greitt, at okkara juniorsvimjarar ikki sleppa at luttaka í evropisku meistarakappingini (LEN) undir Merkinum, svarar løgmaður millum annað.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her: http://www.lms.fo/media/6198/svar-upp%C3%A1-skr-fyrisp-nr-60-2014-eftir-52a-%C3%AD-tingsk-fr%C3%A1-gunv%C3%B8r-balle-l%C3%B8gtingskv-vi%C3%B0-lutt%C3%B8ku-%C3%AD-altj%C3%B3%C3%B0a-kappingum.pdf