Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður fekk høvið at heilsa uppá amerikanska uttanríkisráðharran, John Kerry, á ráðharrafundinum.

Løgmaður á ráðharrafundi í Kanada

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, luttekur í døgunum 24. og 25. apríl á arktiskum ráðharrafundi í Iqaluit í Kanada. Hetta er níggjundi ráðharrafundurin hjá Arktiska Ráðnum, og endin av kanadiska formansskapinum. Evnið fyri formansskapin hevur verið “Development for the people of the North”, t.e. menning fyri fólkið á Norðurleiðum. 

Ráðharrafundurin er samstundis byrjanin til amerikanska formansskapin. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, luttók á fundinum og legði ætlanirnar fram fyri komandi tvey árini. Evnið verður “One Arctic: Shared Opportunities, Challenges and Responsibilities”, og høvuðsdenturin verður lagdur á umhvørvi og veðurlagsbroytingar.

“Eg eri spentur uppá ætlanirnar hjá amerikanska formansskapinum um at seta tiltøk í verk fyri at menna varandi orkukeldur í Arktis. Sum eg eisini vísti á í mínari røðu, hava vit virðismiklar royndir í Føroyum við at vinna orku burturúr eitt nú vindi ”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Ráðharrarnir samtyktu Iqaluit yvirlýsingina, ið varpar ljós á úrslitini undir kanadiska formansskapinum og arbeiðsøkini hjá nýggja formansskapinum.

Ráðharrafundurin endar leygardagin 25. apríl við einum tiltaki, sum borgarstjórin í Iqaluit er vertur fyri saman við leiðaranum fyri Nunavut landslutinum.

Til ber at síggja ráðharrafundin her: www.arctic-council.org

Røðan hjá løgmanni er uml. 30 min. inni í brotinum.