Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður á summarfundi í Svøríki

Mikudagin luttók Løgmaður á summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum í Ornskoldsvik í Svøríki.

”Eg nýtti enn einaferð høvi at gera vart við, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Mín greiða fatan eftir fundin er, at finna Føroyar og Danmark eina skilagóða loysn, so vil Norðurlendska Ráðharraráðið ikki seta seg ímóti tí,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Á fundinum fyrrapartin mikudagin, umrøddu stjórnarleiðararnir millum annað talgilding, grøna orku og verðurlagsøkið. Eisini markaforðingar millum norðanlond vóru á skránni. 

”Vit hava leingi havt avbjóðingar við at brúka føroysk koyrikort í Svøríki og Finnlandi. Hesa markaforðing vilja vit beina av vegnum. Afturmeldingarnar frá bæði svenska og finska forsætisráðharrunum vóru so mikið góðar, at eg vænti, at vit fáa hetta málið loyst, ” vísir løgmaður á.