Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður ætlar at taka fiskiloyvi frá Anitu

Løgmaður hevur, við heimild í §§ 46, stk. 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, ætlan um at taka aftur øll veiðu- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu TG 788, OW 2124, fyribils til dómur er dømdur í revismálinum ímóti Anitu.

Áðrenn hendan avgerð verður tikin, hevur P/f Seta høvi til at seta fram síni sjónarmið sambært fyrisitingarlógini. Reiðaríið hevur freist til mikudagin 3. september at koma við viðmerkingum til avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni.

Tá ið revsidómur er dømdur, verður málið um afturtøku av veiðu- og fiskiloyvum hjá fiskifarinum Anitu tikið uppaftur til endaliga avgerð.