Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður er ikki nøgdur við donsku støðuna í makrelmálinum

Danski forsætismálaráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevur boðað løgmanni frá, at Danmark ætlar at atkvøða blankt í ES Ráðharraráðnum, tá ið heimildarlógin, ið skal loyva ES at seta í verk tiltøk móti londum, sum ikki fiska burðardygt, kemur fyri. Danska stjórnin er eisini til reiðar vegna Føroyar at royna møgulig revsitiltøk í WTO gerðarrættinum ella í ES dómstólinum.

Danmark hevur tískil broytt støðu í málinum, tí tá ið ES Nevndin legði uppskotið um heimildarlóg fram í vetur, var væntandi, at Danmark fór at taka undir við uppskotinum.

Løgmaður hevur í samrøðu við danska forsætismálaráðharran lagt dent á, at tað hevði verið best, um danska stjórnin atkvøddi ímóti uppskotinum. Hinvegin fegnast hann um, at tað samskiftið, ið hevur verið millum føroyskar og danskar myndugleikar, hevur givið donsku stjórnini eina greiðari fatan av, at tað snýr seg um eitt veruligt álvarsmál fyri Føroyar.

Í hesum sambandi sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: “Eg havi tikið til eftirtektar, at danska stjórnin hevur gjørt av ikki at atkvøða fyri lógarverkinum, ið skal útvega ES Nevndini heimild at seta í verk tiltøk. Eftir míni meting hevði tað tó verið best fyri ríkisfelagsskapin, um danska stjórnin atkvøddi ímóti einum lógarverki, ið heimilar revsitiltøkum ímóti Føroyum.“