Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður fegnast um stuðulin úr Íslandi til føroysku bjargingarfeløgini

Føroyar og Ísland eru gamlar frændatjóðir og hava mangan veitt hvør aðrari eina bróðurhond, tá ið á hevur staðið. Vinalagið tjóðanna millum er gott og inniligt, og tað fáa føroysku bjargingarfeløgini nú at kenna aftaná, at íslendingar frættu um herviligu ódnina í Føroyum herfyri. Í hesum sambandi hevur íslendska stjórnin fyrr í vikuni samtykt eitt uppskot hjá forsætisráðharranum um at stuðla sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum við seks milliónum íslendskum krónum.

“Bert er bróðurleyst bak, verður tikið til. Tí fegnast vit almikið um hesa útrættu vinarhond, ið enn einaferð staðfestir, at okkara bak er ikki bróðurleyst. Íslendingar og føroyingar vísa hvørjum øðrum samstøðu, tá ið á stendur. Eg vil Føroya vegna takka íslendsku stjórnina og íslendska fólkinum fyri tann bróðuranda, ið okkum her verður sýndur,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Fimm milliónir íslendskar krónur fara gjøgnum íslendska bjargingarfelagnum, Landsbjørg, til at førleikamenna tey sjálvbodnu í føroysku bjargingarfeløgunum. Seinasta milliónin íslendskar krónur verður latin stóru stuðulskonsertini í Hørpuni, ið tónleikararnir Jógvan Hansen og Friðrik Ómar skipa fyri sunnudagin komandi, har ið avkastið somuleiðis er ætlað teim føroysku bjargingarfeløgnum.

Løgmaður, ið er verji hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum, er sera fegin um stuðulin úr Íslandi og fegnast um tætta sambandi tjóðanna millum og millum bjargingarfeløgini í londunum báðum.