Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður gevur misvísandi svar um stjórnarskipanarlógina

Løgmaður svaraði fyrr í hesum mánaðinum einum fyrispurningi frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi stjórnarskipanarnevndini. Í svarinum vísti løgmaður á, hvat undirritaði og Jaspur Vang, sum umboð fyri Sambandsfokkin, høvdu skrivað í eitt álit í 2010. 

Lat meg í tí sambandinum gera hesa viðmerkingina.

Allir flokkar á tingi løgdu uppskot til samtyktar um stjórnarskipan fyri tingið í 2008. Í uppskotinum stóð, at løgtingið skuldi samtykkja at seta eina nevnd, sum skuldi gera eitt uppskot til sjórnarskipan. 

Arbeiðið gekk væl, – betur enn tey flestu høvdu roknað við, men tá komið var ímóti endanum, vóru framvegis nógvir lutir, sum semja ikki var um. Ætlanin var tí at skriva meiriluta- og minniluta álit, men Løgtingsskrivstovan segði, at tað bar ikki til. Nevndin var vald at gera eitt uppskot, og tí skuldi tað vera eitt uppskot.

Poul Michelsen og Sjúrður Skaale, sum vóru ávikavist formaður og næstformaður í nevndini, komu tá til mín og Jaspur Vang og spurdu, um vit kundu ganga við til at leggja eitt uppskot um stjórnarskipan fram, hóast semja ikki var um alt. Vit kundu so fáa í viðmerkingarnar til uppskotið, at hóast allir flokkar løgdu uppskotið fram, so merkti tað ikki, at semja var um alt sum stóð í tí. Tað gingu vit við til.

Tað er hetta uppskotið, sum løgmaður vísir til í svarinum til Bárð Nielsen, og tað í sær sjálvum er ógvuliga løgið. Hann skrivar soleiðis í svarinum: ”Í hesum sambandi kann eg vísa á álitið frá 27. februar 2010, har ein samd nevnd við tveimum umboðum fyri Sambandsflokkin, nevniliga Helga Abrahamsen og Jaspuri Vang sigur:” (og so siterar hann úr álitinum hjá ”samdu” nevndini).

Um Løgmaður eisini hevði lisið viðmerkingarnar til uppskotið, so hevði hann sæð hesi orðini:

”Hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum.”

Eg sigi ikki, at alt sum løgmaður sigur í svarinum er skeivt, men álitið frá 2010 gevur eina skeiva mynd av, hvat flokkarnir hildu um uppskotið til stjórnarskipan. 

Helgi Abrahamsen