Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður gjørdi rætt og megnaði uppgávuna

Føroyski samhandilin við Russland hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, og samgongan hevur sett sær fyri at skapa føroysku vinnuni best møguligu marknaðaratgongdina runt um í heiminum, tað veri seg lond í Evropa, Amerika, Afrika, Asia og aðrar staðir.

Hesir marknaðir eiga at vera fyri allar vørur, men umfata í dag serliga sølu av laksi, makreli, sild og øðrum fiskavørum.

Fríhandilsavtala við Russland

Ein fríhandilsavtala við Russland er eitt gamalt mál, sum loysingarsamgongan frá 1998 til 2004 arbeiddi við at gera, men har spurdist onki burturúr, sjálvt um táverandi løgmaður, bæði nevndi dato og minnist meg rætt eisini klokkutíð, tá ein fríhandilsavtala við Russland skuldi undirskrivast.

Men núverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur hetta málsøkið og ynskir úrslit, valdi at fara til Russland og taka hetta upp á fundi í Moskva við russisku myndugleikarnar, og sum endaði við, at nú verður farið ítøkiliga undir at fyrireika eina eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Russland. Hetta er bæði gott og gagnligt fyri Føroyar, tí útflutningur okkara til Russland er yvir 700 mió. kr. árliga og er støðugt vaksandi.

Váttan um, at vit ikki vera boykottað

Eftir tey tiltøk, sum ES og Russland hava sett móti hvørjum øðrum, livdu okkara fyritøkur, sum útflyta fisk til russiska marknaðin, í óvissuni um føroyskar vørur vóru raktar av boykottinum ella ikki.

Tí var neyðugt at fáa at vita frá russisku myndugleikunum, hvussu støðan hjá Føroym var, og tí var hetta sjálvandi eitt av málunum, sum løgmaður viðgjørdi á ferð síni í Russlandi, og ber ongan farra av misbrúki av støðuni millum Russland og ES, men er ein natúrligur partur av at røkja okkara útflutningsmarknaðir og her fekk løgmaður greitt at vita, at Føroyar ikki eru ella vera boykottaðar. Hetta var gott fyri Føroyar at vita, serliga tá vit hugsa um, at útflutningurin til Russlands er umleið 15 % av okkara útflutningsvirði, meðan útflutningurin hjá ES til Russland, av teimum vørum, sum verða raktar av boykottinum er umleið 1 promilla.

Fyritøkur av reyða listanum

Í eina tíð, hava einstøk føroysk virki og skip staðið á reyða listanum hjá Russlandi, við tí fylgju, at tey ikki kunnu útflyta fiskavørur til Russlands, sum er ein smeitur fyri tey og okkara útflutning. Hesi virki og Heilsufrøðisliga Starvstovan, hava gjørt eitt megnar arbeiðið fyri at gera neyðugar broytingar, so tey aftur kunnu selja fiskavørur til Ruslands. Vit kunnu siga, at taðingin, sum hesi hava gjørd í longri tíð, bar ávøkstur, tá løgmaður tók hetta upp við russisku myndugleikarnar, við tað, at føroysk virki blivu tikin av tí reyða listanum, og kunnu aftur útflyta fisk til Russlands, til gagns fyri fyritøkurnar og okkara útflutning.

Mótstøðan í Føroyum

Sambandsløgmaður, ið vil røkka úrslitum og sum megnaði at fáa avtalur fyri føroyska vørur til tann russiska marknaðin, sum er til gagns fyri føroyskar fyritøkur, føroysk arbeiðspláss, føroyskan útflutning og føroyska búskaparvøkstur, møtir hørðum atfinningum og óhóskandi orðabrúki frá andstøðuni fyri tær góðu avtalur, sum hann hevur gjørt við Russland, t.d. um at taka virki og skip av reyða listanum.

Nú vísa hesi á, at vit mugu standa saman við t.d. ES, samríkiseind, sum tann 28. august í fjørð boykottaðu Føroyar og stongdi allar havnir, eisini tær donsku, fyri øllum skipum, sum førdu makrel og sild úrdráttir, eitt boykott, sum rakti okkum sera hart, og sum hevði við sær, at sølufólk okkara vóru noydd at leita út á aðrar marknaðir.

Tað eyðnaðist vinnuni at finna aðrar marknaðir, t.d. Russland, og sum hesi mótstøðufólk nú harta løgmann fyri at røkja og meira ella minni óbeinleiðis siga, at vit ikki skulu gera nakað við nú, tí vit skulu og eiga at standa saman við ES, sama ríkiseind, ið boykottaði Føroyar fyri einum ári síðani.

Løgmaður vil við hesum ikki blanda saman spentu støðuna í Ukreina og tað at røkja handilssambondini millum Russland og Føroyar. Sjálvt ES hevur enn umfatandi samhandil við Russland.

Løgmaður gjørdi hattrick í Russlandi

Á ferð síni í Ruslandi megnaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður at gera hattrick til gagns fyri Føroyar, og tað føroyska vinnulívið. Fyri tað fyrsta at fáa eina fríhandilsavtalu, fyri tað næsta, at Føroyar ikki vera umfataðar av boykottinum og fyri tað triðja, at fáa føroyskar fyritøkur av reyða lista.

Løgmaður veit, at hansara fremsta uppgáva er at hava ábyrgd av Føroyum, tí føroyska fólkinum og tí føroyska útflutninginum, og valdi tí røttu loysnina at fara til Russlands og har viðgera og loysa ivamálini í samhandlinum millum londini, við teir russisku myndugleikarnar - tí hann ynskti eina loysn, til gagns fyri Føroyar.

Tað eydnaðist, og rós skal hann hava fyri tað. So kunnu aðrir, sum ikki megnaðu at fáa eina fríhandilsavtalu o.a. í lag við Russland, bæði gráta og illa láta, tí tað broytir onki við tann veruleika, at løgmaður hevur gjørt eitt gott arbeiðið.

Alfred Olsen

Formaður í Løgtingsins Vinnunevnd