Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, heldur, at leiðslur eiga at leggja dent á at taka starvsfólkumboðini við í avgerðartilgongdina. Hann róði fram undir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at gera semjur, sum trygga at sáttmálaásetingarnar um medávirkan fara at virka í verki, soleiðis sum gjørt er aðrastaðni

Løgmaður var bersøgin, tá ið hann fyrrpartin setti NSO-ráðstevnuna í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum.

Aksel Johannesen heldur, at umsitingarligi leiðsluhátturin, sum kallast New Public Management (NPM) hevur spælt fallitt. Og at vit í staðin eiga at stíla eftir einum demokratiskum leiðsluformi, sum tekur starvsfólkini við í avgerðirnar.

-New Public Management lovaði at skapa ein betri og bíligari almennan sektor, men hevur í roynd og veru givið ein almennan sektor, sum er bæði dýrari og vánaligari, kunnu leiðandi granskarar í almennari umsiting staðfesta, segði løgmaður í røðu fyri umboðum fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar í Norðanlondum.

NPM er ein máti at skipa og stýra almennu fyrisitingini, sum hevur íblástur frá privata vinnulívinum og marknaðarbúskapi, og sum hevur merkt umsitingarnar í okkara parti av teiminum tey seinastu 30 árini. Skipanin er merkt av eftirliti við og máting av arbeiðsavrikinum. Við skráseting av øllum og t.d. útveiting av almennum uppgávur, til tess at tryggja ein so rationellan og effektivan rakstur sum tilber.

NPM hevur verið fyri hørðum atfinningum, og við útmelding síni gongur løgmaður somu leið sum svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven, sum fyrr í summar boðaðu frá, at NPM er ein saga blot, sum stýrisháttur í almennu fyrisitingini.

Ein demokratisk leið
Í staðin fyri legði løgmaður dent á, at vit sum samfelag eiga at menna eina leiðsluskipan, har starvsfólk fáa veruliga medávirkan á sínum arbeiðsplássi. Hann kallaði hetta eina demokratiska leið.

-Demokratiska meginreglan eigur at verða okkara virðisgrundarlag, tá ið vit útinna leiðslu. Vit skulu eggja til kjak, har ymsar meiningar kunnu brýnast og roynast. Vit skulu taka starvsfólkini við í avgerðartilgongdina, segði løgmaður.

-Leiðsla og starvsfólk skulu saman skapa betri og sterkari fyritøkur. Og tað almenna skal ikki bert skapa loysnir fyri borgaran, men skapa loysnir saman við borgarunum. Hetta er ein týðandi partur av demokratisku leiðini, segði hann.

Implementering
Løgmaður ásannaði tó, at tað er ikki nóg mikið við føgrum orðum. Sáttmálar hava ásetingar um samstarv og medavirkan gjøgnum álitisfólkaskipan og samstarvsnevndir. Aksel V. Johannesen viðgekk, at tað er ikki altíð, at ásetingarnar verða fylgdar úti á arbeiðsplássunum. Hann segði tað tí vera umráðandi at tryggja, at tað altíð er samanhangur millum orð og gerðir.

Í grannalondunum eru semjur gjørdar millum fakfeløg og arbeiðsgevarar, sum skulu tryggja, at ásetingarnar um samstarv verða fylgdar. Hann helt hetta vera eina gongda leið.

-Tað vilja vit í landsstýrinum fegin viðganga, og okkara vilji at tryggja, at vit fáa veruliga medábyrgd á teimum almennu arbeiðsplássunum, skal ikki tróta, segði løgmaður, tá ið hann setti NSO-ráðstevuna fyrrapartin.

NSO er stytting fyri Nordisk Tjenestemenns Organisation og er eitt samstarv millum fakfeløg í norðurlondum, sum skipa starvsfólki, ið arbeiða hjá statinum (landinum).