Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður leggur sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram

Í morgin leggur løgmaður sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram á løgtingi. Framløga hansara er grundarlagið undir aðalorðaskiftinum um viðurskiftini á uttanríkisøkinum, sum verður seinnapartin mánadagin. 

-Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá ið eg staðfesti, at sjáldan áður hava vit rokkið so góðum úrslitum á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið. Úr rúgvuni kunnu nevnast fríhandilssáttmálin við Turkaland, landgrunsmálið og silda- og makrelmálið. Sum tjóð kunnu vit kortini ikki setast afturá og bara njóta framd avrik. Tað tryggjar ongan framburð. 

Avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum eru stórar. Mín vón er, at vit fáa eitt kveikjandi kjak í sambandi við aðalorðaskiftið mánadagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Framløga løgmans verður í løgtinginum kl. 11 í morgin.

Aðalorðaskiftið verður mánadagin kl. 13.30