Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður móti veruleikanum

Í SVF í gjárkvøldi prógvaði løgmaður – Kaj Leo Holm Johannesen, sum átti at verið løgmaður hjá øllum Føroya fólki – at hann nógv heldur vil leypa á tey 41 prosentini av Føroya fólki, sum búgva í Tórshavnar kommunu, enn at verja politikkin, sum hann sum samgonguleiðari hevur ført.  

Fyri tað fyrsta, so er tað beinleiðis lygn, tá løgmaður sigur, at Tórshavnar býráð ikki hevur givið borgarunum nakran lætta. Vit hava lækkað skattin við einum hálvum prosenti. Men tað er ikki alt, langt frá.

Harafturat hevur býráðið hækkað barnafrádráttin við 45 prosentum. Tað er ein heilt ítøkiligur lætti hvønn mánaða. Beinleiðis til allar barnafamiljur.

Samstundis hava vit bæði hækkað systkinafrádráttin og lækkað dagstovnagjaldið. Meg lysti at vita, hvar í okkara parti av heiminum tað ber til at finna so dygdargóð tilboð fyri so lágan kostnað sum í Tórshavnar kommunu.

Hesar ágóðar eru vit ikki komin sovandi til: Vit hava raðfest og umraðfest ferð eftir ferð, og funnið munandi sparingar í rakstrinum.

Stórt meira enn hetta ber ikki til at gera í kommunalpolitikki, við verandi lóggávu. – Ikki tað, hetta er nógv vert fyri havnarborgarar; men geva tit veljarar nú Javnaðarflokkinum tað álit sum vit vóna, so skulu tit so sanniliga eisini síggja, hvussu skjótt Javnaðarflokkurin kann geva okkum øllum einar rættvísari og liviligari Føroyar. – Tá fer at grógva um gangandi fót!

Hvat hevur samgongan, sum Kaj Leo Holm Johannesen stendur fyri, gjørt?

Jú, hon hevur tikið pening frá kommununum, og hevur “nápað” 40 % burturav okkara framtíðar pensjónum – mest frá teimum fátækastu, sjálvandi – og givið hægstu lønarinntøkum í landinum hvørt einasta oyra, og meira aftrat, í skattalætta! 

Alla æru vert....ella hvussu?

Eg skal leggja afturat, at eg eri errin av at standa á odda fyri eini søguliga breiðari samgongu í býráðnum, sum eisini Sambandsflokkurin í býráðnum er partur av. Men heldur enn at vera errin av avrikunum, sum vit hava framt í felag, er líkt til, at Kaj Leo Holm Johannessen velur at lítilsvirða samhaldsfasta arbeiðið, sum eisini Sambandsflokkurin í býráðnum hevur verið partur av, tí eftir øllum at døma telur tað meira at ofra flokkin fyri at royna at vinna sær sjálvum nakrar bíligar atkvøður aftrat í seinastu løtu. 

Slíkt eru menn.....ella hvussu? Hugsa um hetta tá tú setur krossin !

Heðin Mortensen
valevni hjá Javnaðarflokkinum