Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður og andsøgnin í boðskapinum

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur sett fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um andsøgn millum førda skattapolitikkin hjá samgonguni og áheitan á kommunur um at veita skattalætta til láglønt.

1. Hví heitir løgmaður á kommunurnar um at lækka skattin hjá lágløntum, tá løgmaður og samgongan gera beint tað øvugta?

2. Hví hava løgmaður og samgongan júst nú lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um enn eina lækking í marginalskattinum hjá teimum við allar hægstu inntøkunum í Føroyum?

3. Hvussu stórur partur av flatskattalættanum (mió. kr. samanlagt og samlaður %-partur) varð latin føroyingum við inntøkum yvir 20.000 um mánaðin, og hvussu stórur partur av flatskattalættanum varð latin føroyingum við inntøkum undir 20.000 um mánaðin?

4. Er løgmaður samdur í, at um kommunurnar ikki høvdu mist tey 40% av framtíðar pensjónsskattainntøkunum, sum samgongan tók frá teimum, so høvdu fyritreytirnar fyri at lækka kommunuskattin hjá lágløntum verið munandi betur?

5. Metir løgmaður framhaldandi, at tað var rætt at taka framtíðar pensjónsskatta-inntøkur frá kommununum í sambandi við forskattingina av pensjónum?

6. Fer kommunuskatturin ikki at økjast og harvið skattatrýstið á lægstløntu at hækka, um løgmaður og samgongan leggja eldraøkið út til kommunurnar?

Viðmerkingar

Tað vakti ómetaliga stóra undran, at lesa fráboðan løgmans, har hann heitir á kommunurnar um at lækka skattin hjá teimum við lágum lønum. Tí hetta hendir samstundis, sum løgmaður og samgongan sjálvi gera beint tað øvugta. Løgmaður og samgongan hava:

- Umlagt skattaskipanina soleiðis, at hon er munandi minni progressiv og harvið leggur lutfalsliga størri part av skattinum á láglønt.

- Veitt flatskattalætta á 300 mió. kr. til tann partin av føroyingum, ið hava hægru inntøkurnar.

- Sent pensjónsskattarokning til allar føroyingar – serliga pensjónsskattahækking til láglønt.

- Nú í mars 2013 lagt enn eitt uppskot fyri Løgtingið, ið skal lækka marginalskattin hjá teimum við allar hægstu lønunum. Hetta verður gjørt við at fara frá, at skatta-loftið er 50% fyri kommunu- og landsskatt samanlagt, so verður skattaloftið nú 50% fyri kommunu- og landsskatt og kirkjuskatt samanlagt.

Men samgongan hevur ikki bara givið fyrst og fremst háløntum skattalætta, hon hevur eisini tikið stóran part av framtíðar inntøkugrundarlagnum frá kommununum.

Áðrenn forskattingin av pensjón varð sett í verk, fingu kommunurnar umleið 40% av øllum pensjónsskattainntøkum, men núverandi samgongan og løgmaður hava avgjørt at taka allar hesar inntøkur frá kommununum. Tí við forskattingini av pensjónum valdi samgongan eisini, at 100% av pensjónsskattainntøkunum frameftir skulu verða latnar landinum.

Harvið hava kommunurnar mist allar pensjónsskattainntøkur frá pensjónsinngjøldum frá 1. januar 2012. Hetta merkir, at so hvørt sum talið av pensjónistum fer at økjast í kommununum kring landið, so fara kommunurnar at missa inntøkur, tí pensjónistarnir skulu ongan skatt rinda (tí pensjónin er forskattað) og kommunurnar fáa 0% av forskattaðu pensjónunum.

Bara í 2012 merkir hetta, at kommunurnar hava mist 85,2 mió. kr. til landskassan. Tí 213 mió. kr. vórðu rindaðar í forskattaðum pensjónsskatti í 2012, og 40% av hesum áttu kommunurnar eftir lógini áðrenn 1. januar 2012.

Hetta hevur í stóran mun undirgravað møguleikarnar hjá kommununum fyri í enn størri mun at kunna veita tær tænastur, ið eru neyðugar, og at kunna veita møguligar skattalættar.

Samanumtikið er ómetaliga trupult at skilja, at løgmaður heitir á kommunurnar um at lækka skattin hjá lágløntum, samstundis sum hann og samgongan hava lagt eyka byrðar á láglønt, latið søguliga stórar skattalættar til tann partin av føroyingum, ið hava hægri inntøkur - og tikið framtíðar pensjónsskattainntøkur frá kommununum. Fyri at fáa lýst, hvat liggur aftan fyri hesa fráboðan løgmans, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 15. mars 2012

Kristina Háfoss