Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður sum ein óður tarvur

Í sínum totala politiska maktaloysi, enn tá av Løgtingsins røðarapalli, er nú als eingin ivi um at vit hava ein stjórnarleiðarar ið bæði politiskt og persónliga er á veg út av politisku eggini. Í staðin fyri at viðurkenna veruleikan, og sakliga taka broddin av teimun nógvu ákærunum, so uppførur hann seg sum ein politiskan lortaunga.

Høgni Hoydal skal verða takksamur fyri, at Løgmaður stóð á røðarapallinum, og ikki nærhendis honum, tí annars hevði Løgmaður givið formanni Tjóðveldisins ein orduligan skallara. Ístaðin fyri sakliga at svara uppá fyrispurningin frá Høgna Hoydal, so vísti Løgmaður eitt sovorðið politiskt maktaloysi, ið tú valla hevur sæð á Føroya Løgtingi.

Hæddarpunkti av hansara royndun, at lúgva seg burtur úr sínari politisku trongstøðu, var herfyri tá hann av sjónvarpsvertinum var spurdur um hvørvítt hann var á tí famøsa fundinum, tá CIP var játtað eina millión fyri "tort og svie" um sáttmálin ikki var undirskrivaður áðrenn 31 august.

Eisini spurningurin viðvíkjandi " gloymdu skjølunum " varð havdur á lofti. Honum líkt svaraði Løgmaður, at hann kendið einki til, at hava verið á nevnda fundi, eins og hann ikki visti um milliónina, sum CIP skuldi fáa fyri "tort og svie".

Tá so sjóvarpsverturin greiddi honum frá, at tann hendingin hevði staðið á forsíðuni á Sosiallinum fleiri vikur frammanundan, so svaraði hann arrogant aftur, at hann als einki kendi til, hvat Sosialurin hevði á sínari forsíðu. Eingin ivi er um, at her vísti Løgmaður enn eina ferð hvussu lætt hann fer um sannleikan.

Tí á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum stendur svart uppá hvítt, at Løgmaður var á nevnda fundi. Tá so hann enn einaferð av Sjónvarpinum verður spurdur, hvør sigur ósatt í hesum málið, so er hann noyddur at krúpa til krossin og viðurkenna at hann hevði sagt ósatt. Tað vil siga tað sama, at meðan Kári P. Højgård skrivaði undir sáttmálan, at Landskassin skuldi gjalda eina millión í "tort og svie" til CIP, so sat Løgmaður við síðuna av Innlendismálaráðharranum, tá hesin váttaði at so skuldi verða.

Tá hann yvir fyri Sjónvarpinum váttaði, at hann alment hevði sagt ósatt fyri føroya fólki, so hevði hann samstundis møguleikan, at geva føroya fólki eina umbering, og at tað harmaði hann nógv, at hann hevði sagt ósatt.

Men so litil er virðingin fyri veljarnum, og so arrogantur er hann, at tað kom honum ikki til hugs sum Føroya Løgmaður at biðja føroya fólk um umbering tí hann hevði sagt ósatt. Men hetta var ikki fyrstu ferð, at Løgmaður alment hevði sagt ósatt Men tað sum seinast vísti føroya fólki hvussu ótrúverdugur okkara Løgmaður er, var tá hann í almenna fjølmiðli var spurdur, um hann fór at koyra innlendismálaráðharran úr starvið. Tað kundi hann ikki svara uppá, fyrr enn hann hevði fingið øll tey skjøl ið hann hevði fyri neyðuni. Aftaná at hann hevði fingið neyðugu skjølin, so greiddi Løgmaður fjølmiðlunum frá, at hann ikki sum fyrr sagt hevðii fyri neyðuni nevndu skjølum, tí hann hevði tikið støðu fyri fleiri døgum síðan, at loysa innlenndismálaráðharran úr starvi.

Kann politiska skipanin, samgongan, andstøðan ella fyri sovítt veljarin liva við, at vit hava ein so ótrúðverdugan stjórnarleiðara, sum ferð aftaná ferð verður tikin í at lúgva, bert fyri at bjarga sínum politiska maktaloysi, ella hvat.

Seinasta politiska bragdi hann gjørdi, var at stinga sínar egnu partamenn í ryggin. Sambært Bárður Nielsen, so var tað ein greið avtala, at Fólkaflokkurin ikki skuldi kannað sær tey stóru politisku málini í Innlendismálaráðnum. Men sum øll vita, so hevur Løgmaður síðan Løgtingsvali verið voks í hondunum á Fólkaflokkinum. Tað er kanska orsøkin, at hann hevur latið Fólkaflokkinum tey stóru málini í Innlendismálaráðnum. Samstundis so er hann so nógv politiskt viknaður í sínum egna flokki, at Løgmaður styðjar seg politiskt meira og meira upp at Fólkaflokkinum. Tí er tað ein stórur spurningur um hansasra dagar sum formaður Sambandsflokksins eru við at vera taldir.

Livst so spyrst.

Frank Davidsen