Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgreglan leyg í notati

Hetta váttar Emil Sólsker, sum í samband við, at líkið av Pidda hevði fingið sýrubað, og at hetta gjørdi sár í náttúruna, valdi Emil Sólsker, at venda sær til Búnaðarstovuna. Í hesum sambandi gjørdi stjórin, Bjørn Patursson, eitt notat, sum avdúkar, at løgreglan hevði logið fyri honum.

Bjørn Patursson skrivar í notatinum, at Emil Sólsker av Eiði, plagar at vera inni á gólvinum hjá undirritaða og tosa um rottur og oyðing, av rottum. Men hendan dag var ikki talan um rottur.

Emil vísti mær nakrar myndir har dato stóð á: 17/11-2011 og 17/11-2013. Eisini hevði hann nakrar nakrar myndir, har hann hevði tekna eina “silouet” á, sum kundi mynt um ein persón (slíkt sum man sær tekna niður á t.d. asfalt í krimifilmum). Síðani nevndi hann málið um Pidda. Emil segði, at tá hann var komin har hendan dagin sá hann 2 persónar har, sum lupu inn í ein bil og koyrdu burtur.

Bjørn Patursson, skrivar so, at Emil síðani vísti hann honum á eini mynd ein skugga á vatninum niðri í frárennubrunninum frá Eiðisvatninum. – Emil var sannførdur um, at hetta eisini var av Pidda.

Eg segði við Emil, at hetta var eitt politimál, og avgjørt ikki eitt mál, sum eg kann taka mær av ella havi nakað við at gera. Eg vísti honum til kriminalløgregluna. Men Emil segði, at hann hevði verið hjá løgregluni fleiri ferðir, men at eingin lurtaði eftir honum.

Emil tosaði um at taka jørðprøvar, men eg segði honum, at Búnaðarstovan kann ikki longur taka jørðprøvar, og at tær analysur, sum Búnaðarstovan tók í síni tíð, als onki høvdu við slíkt at gera ella um nøkur óvanlig veska var í jørðini ella ikki...., skrivar Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, men so kemur ein svørt strika tvørturum, sum um tann parturin um vitjabnina hjá Emil er liðug.

Nú skrivar Bjørn Patursson niðanfyri svørtu strikuna:

Seinni ringdi eg til kriminalløgregluna og greiddi teimum frá vitjanini og greiddi teimum frá hendingini, og hvat eg hevði fingið at vita frá Emil. Tey kenna væl til Emil og til hetta mál, og hava frágreiðing frá málinum, eins og at tey vóru á staðnum saman við Emil, skrivar Bjørn Patursson um samrøðuna við kriminalløgregluna.

Trupulleikin er, at Emil Sólsker, sigur seg ongantíð hava verið á staðnum saman við løgregluni. Harvið hevur løgreglan logið fyri Bjørn Patursson, sum endurgevur ósannindini í notatinum.