Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annfinn Vitalis Hansen, verji hjá Kroatanum, vísir øllum aftur, sum løgreglan førdi fram í gjár.

Løgreglan segði ósatt í gjár

Í gjár vildi løgreglan vera við, at varðhaldsfongslingin av 32 ára gamla kroatanum, sum er illtonktur, at hava beint fyri Pidda, fór at verða varðhaldsfongslaður fýra vikur aftrat, uttan at hesin annars hevði fyri neyðini at møta í rættinum.

Løgreglan upplýsti fyri heimalombunum, at hetta var tikin avgerð um í samráð við verjan hjá varðhaldsfongslaða, Annfinn Vitalis Hansen.

Í dag fekk pípan tó eitt annað ljóð. Knappliga skal kroatin kortini í rættin klokkan trý í dag, har dómari skal taka støðu til, um varðhaldsfongslingin skal longjast ella ikki.

Í gjár segði løggan seg hava avtalu um, at verjin hjá tí fongslaða góðtók longdu varðhaldsfongslingina. Í dag er støðan tann, at Annfinn Vitalis Hansen, verji, als ikki hevur gjørt nakra sum helst avtalu, og at hann haraftrat fer at mótmæla varðhaldsfongslingini.

Hann sigur eisini, at kroatin framvegis noktar seg sekan í, at hava nakað, sum helst at gera við, at Piddi er blivin burtur.

Løgreglan segði ósatt í gjár, sum kanska heldur ikki var so óvæntað.